Tónlistarlig samtíðarsøga í løttum tóna

Kim Larsen er seinnu árini nevndur tjóðskald í Danmark. Fáur hevur sum hann savnað danir og eisini onnur, t.d. føroyingar, um felagssang við sangum úr samtíðini. Seinasta avrik hansara er fløgan Sange fra glemmebogen, har hann hevur hugt aftur á og við kønari hond og kærleika tikið fram gamlar sangir og vísur og latið í nýggjan búna. Út er komin bók um mannin, nevnd Larsen, og eisini er bók um bólkin Gasolin?, har hann fekk fótin fastan á tónleikapallinum

Kim Larsen er kendur av hvørjum mannsbarni í Danmark, og eisini í Føroyum tykist hann vera fólkaogn.
Við ósvikaligum ansni fyri góðum og íoyrafallandi løgum og teksti, ið sveimar, men tó ikki missir lurtaran, hevur Kim Larsen nú í eini 30 ? 35 ár staðið á palli og malið á plátu, bandi og fløgu. Til gleði fyri tey flestu.
Í fjør kom bókin Larsen, ein vælskrivað ævisøga um mannin, sum av t.d. Ekstrablaðnum er útnevndur tjóðskald dana. Hóast Larsen og blaðið hava verið í drúgvum stríði, so fekk hann henda heiður.
Gas
Tað er danin Peter Bundgaard, ið hevur skrivað ævisøguna um Kim Larsen og hann gav í 1993 eisini út søguna um Gasolin? ? Masser av Succes. Peter Bundgaard er ikki ein og hvør, tá tað kemur til Gasolin? og Kim Larsen. Bundgaard hevði tætt samband við bólkin Gasolin?. Hann er hondteknari og skrivar eisini um tónleik og tekur myndir. Hann hevur greitt úr hondum mong bóka- og plátuumsløg. Í sjeytiárunum var hann tætt knýtur at Gasolin?, eittnú við at greiða úr hondum plátuhúsar. Hann hevur eisini verið við til at skrivað Politikens Rockleksikon (1992) og hann hevur eisini skrivað ævisøguna um vinmannin Dan Turèll, rithøvund.
Eyðkent fyri nevndu ævisøgu-bøkurnar er, at tær eru skrivaðar av einum, sum hevur innlit og sum stendur persónum (og bólki) nær.
Eisini eru tær skrivaðar í einum løttum tóna. Og tað er hóskandi, tí felags fyri tónleik og skaldskapin, ið verður viðgjørdur, er at hann er eyðkendur við at vera samtíðarskaldskapur og yrkingar, ið ikki seta nakran eftir í háfloygdum orðingum, ið missa lurtara ella lesara.
Kim Larsen, bæði við og eftir Gasolin?, er gerandisskald, sum við orðingum, sum maðurin á gøtuni kennir, dugir at lýsa gerandistrupulleikar og kenslur. Kanska júst av hesi orsøk er hann nevndur tjóðskald; fáur kann sum hann savna bæði høg og lág, ung sum eldri, um tónleikin og sangin.
Upp og niður
Í bókini Larsen, lýsir Bundgaard lívsleiðina hjá Kim Larsen. Frá barnaárunum og tíðini á háskúla, har ansurin fyri góðum guitarspæli og góðum og gomlum donskum yrkjarum varð vaktur.
Sagt verður frá tíðini sum læraralesandi og ta stuttu tíðina, ið Kim Larsen starvaðist sum slíkur. Tíðini við tilhaldi í sambýlum av ymsum slag í sjeytiárunum. Hóast giftur fyrstu ferð og við barni, so valdi hann ótryggu tilveruna sum sangari. Bólkurin Gasolin? sær spakuliga dagsins ljós og...restin er søga, sum tikið verður til.
Bókin Larsen er ein ferð við Kim Larsen. Hansara lív á palli og heima ? privat. Í heimlandinum og tiltikna túrinum í USA, har eydnan skuldi roynast, men ikki var at finna.
Heima aftur fyrst í áttatiárunum kom gamalt hugskot á arbeiðsborðið. Við hjálp frá vin-manninum Erik Clausen gjørdist hetta til filmin "Midt om Natten", ið kendi filmstjórin Erik Balling leikstjórnaði.
Síðani eru túrar upp og niður, bæði á palli og í privatlívinum. Hjúnaskilnaður og fløgur og tiltøk, sum ikki eydnast sum ætlað, men Larsen er ongantíð horvin av pallinum, hóast manga harða umtalu í miðlum.
Síðsta bragdið, sum tykist hava staðfest støðuna hjá Larsen á danska stjørnuhválvinum, er fløgan Sange fra Glemmebogen, har hann tekur fram gamlar sangir og vísur, sum hann er góður við. Og sum fólk eru góð við og hava endurtikið til sín í haminum, sum Larsen hevur givið teimum.
Spennandi lesnaður um ein persón, eina stjørnu, sum eisini hevur glógvað í Føroyum síðani byrjanina. Ein stjørna, sum enn lýsur sterk, hóast komin upp í árini. Kim Melius Flyvholm Larsen er føddur 23. oktober í 1945 í Keypmannahavn.
Stuttligt er kanska hjá áhugaðum at merkja sær, at sonur Kim Larsen, Sylvester, hevur givið sína fyrstu fløgu út (í búnum aldri) og er ikki heilt ólíkur pápanum, serstakliga á tekstsíðuni.
Bøkurnar (Gasolin? ? masser af succes og Larsen) eru spennandi lesnaður og kunnu avgjørt viðmælast, hevur ein áhuga fyri Larsen, tónleiki og samtíðarsøgu.