SLÍK løta sum henda eigur at fáa okkum at geva tónleikalívinum her á landi størri ans. Í tíðum har tað verður tosað so nógv um tjóðskap, fullveldi, mentan og samleika eiga vit nettup at geva tónlistini í hennara mongu búnum gætur. Tað er líkasum, at tónleikur og tónlist her heima verður bara tikið sum nakað givið, sum ein sjálvfylgja, ið hoyrir okkum og samfelagnum náttúrliga til. So er, men vit áttu kanska at steðgað á eina løtu og veruliga hugsað um, hvussu livandi og útbreitt tónleikalívið er kring alt landið.
VIT hoyra so oftandi um tann týdningin, sum ítrótturin hevur og hvussu mong luttaka í ymsu ítróttargreinunum. Jú, ítrótturin hevur stóran týdning fyri ikki minst unga ættarliðið og eiga vit sum samfelag at stuðla undir hesum. Men vit hava kanska lyndi til at gloyma, hvussu nógv fólk kring landið eru virking innan tær ymsu tónleikagreinarnar. Tað er neyvan ov nógv sagt, at tónleikurin í Føroyum nemur við eins nógv fólk ella kanska fleiri enn ítrótturin ger tað. Henda samanbering bert fyri at vísa, hvussu stórt tal av fólki í Føroyum er virkið innan tónleikalívið.
HVAT skulu vit so brúka hesa konstatering - hesa sannroynd til kundi verið spurt! Jú til at minna á, hvussu stórur og týðandi partur tónleikurin er av okkara samleika - av okkara mentan. Tónleikalívið fevnir um alt ótal av greinum alt frá kórsangi, sálmasangi, jazzi, poppi, klassiskum, hornmusikki til føroyskan dans. Nú vit fara inn í eitt nýtt ártúsund seta vit okkum nógv nýggj mál og eitt teirra kundi verið í størri mun enn higartil at hjúkla um tónleikalívið við eitt nú at ment hetta innan skúlagátt og eisini á professionellum støði. Brúk er fyri báðum. Tað skal tí vera okkara vón, at okkara myndugleikar veruliga fáa eyguni upp fyri tónleikalívinum og stuðla og stimbra tí. Arbeitt verður við eini ætlan at fáa orðaðan ein mentanarpolitikk frá ár 2000. Hetta er rætt og gott. Og her eigur tónleikalívið at verða høgt prioriterað. Latið hetta so ikki bert blíva til orð. Men setið út í kortið, hvat samfelagið veruliga eigur at leggja í eitt føroyskt tónleikalív í næstu øld - latið okkum brúka lond sum Noreg og Ísland sum dømi um, hvussu tað ber til at brúka fleiri ressursir upp á menna tónlistina.