Tónleikurin, mentanin, málið og listin er mítt hjarta!

At arbeiða fyri og við tónleiki, mentan og list er nakað eg geri hvønn dag, óansæð um eg stilli upp ella ei! Hetta er ikki nakað valflesk, hetta er tann eg eri, hetta er mítt hjarta!

Tí fari eg at arbeiða fyri at betra korini hjá skapandi listafólki á øllum mótum. Her eru tvey mál, ið liggja mínum hjarta nær.

 

Musikkskúlaskipanin má styrkjast munandi

Tað eigur at vera ein rættur hjá hvørjum barni í landinum at kunna velja at fáa frálæru í tónleiki frá útlærdum tónleikara.

Vit gjalda í dag øll somul til musikkskúlaskipanina, hetta umvegis lands- og kommunuskattin. Men hetta er langt frá nóg mikið at nøkta tørvin og áhugan hjá børnum okkara. Hetta eiga vit politikarar at gera nakað við.

Allar kanningar vísa á, at frálæra og kennskapur til tónleik frá ungum aldri mennir einstaka barnið. Ikki einans til at taka ímóti tónleikinum, men tað mennir eisini førleikar til at taka til sín annan lærdóm og økir bæði ítróttaligar og sosialar førleikar munandi.

Meina vit veruliga, at musikkskúlaskipanin skal vera fyri øll, verða vit noydd at styrkja um ta játtan sum í dag er.

Tí ætli eg mær at arbeiða fyri og saman við tónleikarum, at menna eina so góða musikkskúlaskipan sum gjørligt og sum øll børn í Føroyum eiga rættin til.

 

KODA ella alment skipað piratvirksemið?

KODA er ikki ein felagsskapur, ið tekur pengar úr vinnuni, men heldur ein sterkur partnari hjá tónleikarum, ið tryggjar teirra upphavsrættindi. Tá ið tónaskøld gerast limir í KODA, verður umsitingin av teirra upphavsrætti latin felagsskapinum.

Á mínari vakt sleppur eingin at frítaka vinnuni at virða hesi upphavsrættindi, sum røddir hava verið frammi um í valstríðnum.

So tá ið Fólkaflokkurin mælir til at strika avgjøld hjá vinnuni “á eitt nú KODA”, er tað ein greið útsøgn, ið vísur, at flokkurin hvørki virðir ella veit nakað um tónleikavinnuna. Man kann ikki bara lata vera við at gjalda fyri upphavsrætt. Tónleikarar og tónaskøld, bæði í Føroyum og í øllum heiminum, eiga tónleikin vit lurta eftir, og at ikki gjalda fyri brúk av honum er beinleiðis stuldur.

Tað er sum at siga “í Føroyum skal ongin gjalda fyri Netflix”, og so síðani seta við lóg eina stóra piratskipan upp fyri alt landið, stuðlað av statinum.

Vel eina rødd á ting, sum ikki bara tosar um mentanina fjórða hvørt ár, men sum aktivt ger nakað við okkara mentan dag og dagliga.

Uni Á(r)ting - valevni hjá Tjóðveldi