Hon var ivaleyst ein av teimum glaðastu, sum fóru upp á pallin í Norðurlandahúsinum leygardagin fyri at móttaka sína virðisløn.
- Tað var púra óvæntað. Eg stóð og gjørdi meg klára aftanfyri pallin og vaskaði hendurnar, tá Allan Tausen kom inn og bað meg skunda mær út á pallin, tí eg hevði vunnið. Eg bleiv so glað, men samstundis var tað onkursvegna óveruligt fyri mær. Eg skalv um allan kroppin, tað sum eftir var av kvøldinum, haldi eg.
Soleiðis sigur 17 ára gamla Døgg Nónsgjógv, sum leygarkvøldið vann virðisløn fyri at hava gjørt ársins poppsang.
- Sangurin bleiv gjørdur fyri einum ári síðani, og eg minnist, at eg ivaðist í, um eg skuldi loyva nøkrum at hoyra hann, tí eg helt ikki sjálv, at hann var nóg góður til at koyra út alment. Men eftir at eg hevði spælt hann til eina konsert, bleiv beinanvegin stórur áhugi fyri honum. Kanska er tað niðurlagið, ið er nokkso fangandi, sum hevur gjørt sangin til eitt hitt, sigur ein lítillátin Døgg Nónsgjógv.
Tónleikur er eitt njótilsi
Dagliga arbeiðir Døgg Nónsgjógv, sum býr innan Glyvur, á Vaðhorn, men ein stórur partur av fríðtíðini fer til at skriva sangtekstir og gera løg.
- Eg føli, at eg slappi væl av, tá eg siti við gittarinum og spæli nøkur løg. Tá hugni eg mær veruliga. Tað er umráðandi fyri meg, at eg fáist við tónleik, tá eg sjálv havi tíð og hug til tað, og tí sigi eg eisini bara ja til at luttaka til tónleikatiltøkini, sum eg veruliga havi hug og stundir til, tí tónleikurin skal altíð vera eitt njótilsi ikki nakað stressandi, sigur Døgg Nónsgjógv, sum altíð onkursvegna hevur fingist við tónleik.
- Familjan er rættiliga musikalsk, og eg havi eisini sungið alt tað, eg kann minnast. Eisini sum barn dámdi mær væl at gera løg, skriva sangtekstir og gera yrkingar, men tað var ikki fyrr enn eg bleiv tannáringur, at eg av álvara fór at gera mínar egnu sangir, greiðir Døgg Nónsgjógv frá.
Sjálv heldur hon, at tónleikur kann vera við til at úttrykkja tey ymsu hugløgini, hon kann vera í.
- Eg lurti eftir nógvum ymiskum tónleiki, men eg velji altíð at lurta eftir sangum ella sjangrum, sum á ein ella annan hátt eru við til at vísa, hvussu eg havi tað. So eri eg kedd ella í ringum lag onkran dag, so lurti eg eftir tí, sum eg vil kalla keddur tónleikur. Og somleiðis, er lagið gott, so skal sangurin, eg lurti eftir, eisini vera ein glaður sangur.
Skrivar til pápan
Hon lurtar fyri tað mesta eftir glaðum tónleiki, sum hon sjálv málber seg, tí størsta partin av tíðini er hon í góðum lag. Men tað hevur ikki altíð verið so.
- Meðan eg gekk í øðrum flokki, misti eg pápa mín, og líka síðani havi eg skrivað yrkingar um babba, um at missa og at vera kedd. Tað hjálpti mær nógv, fortelur Døgg Nónsgjógv og heldur fram:
- Á ein ella annan hátt hevði eg tað soleiðis, at um eg skrivaði ein tekst ella eina yrking um babba, so fekk hann tað eisini, og so bleiv lagið eitt sindur betri, sigur Døgg Nónsgjógv, sum framvegis skrivar sangir við pápanum í huganum.
- Eg skrivi enn sangir, har eg hugsi um hann, men tað er ikki líka ofta, sum tað var, tá eg var yngri. Tá var eg ofta øgiliga kedd og mátti veruliga kempa meg ígjøgnum dagarnar. Men so skjótt eg fann gittarin fram og byrjaði at syngja og spæla, kendist alt bara nógv lættari, sigur Døgg Nónsgjógv.
Sjálv er hon ikki í iva um, at tónleikurin hevur hjálpt henni gjøgnum tær strævnu løturnar í lívinum.
- Tú kanst næstan siga, at tónleikurin hevur gjørt meg glaða aftur. Í øllum førum hevur tónleikurin spælt ein avgerandi leiklut fyri, at eg í dag havi tað so gott, sum eg havi tað, sigur Døgg Nónsgjógv.
Tónleikari í Føroyum
Unga tónleikatalenti dylir á ongan hátt fyri, at hon er ógvuliga fegin um at hava vunnið virðislønina fyri besta poppsangin á Føroysku Tónlistavirðislønunum 2014.
- Sjálvandi eri eg ovurfegin, at eg havi vunnið, men tað góða er eisini, at hetta er eitt herðaklapp, sum fær meg at halda fram við at gera tað, eg geri. So nú fari eg at royna at hanga í og gera fleiri sangir, sigur Døgg Nónsgjógv, sum tó longu nú kann siga, at hon ikki ætlar sær uttanlands við tónleikinum innan tey næstu fáu árini.
- Eg eri alt ov heimkær til at kunna fara uttanlands við tónleikinum. Tá ert tú jú nógv burtur og hevur úr at gera, og mær dámar væl at hava familjuna rundan um meg, so at gera meg galdandi við tónleikinum uttanlands havi eg als ikki ætlanir um beint nú, sigur Døgg Nónsgjógv.
Hóast hon ikki hevur ætlanir um at fara uttanlands við tónleikinum í nærmastu framtíð, fer tónleikurin framvegis at fylla nógv í gerandisdegnum hjá 17 ára gamla sangfuglinum.
- Eg eri longu farin í holt við eina nýggja fløgu, og vónandi verður hon liðug í vetur. Tað gleði eg meg til, sigur ein spent Døgg Nónsgjógv.
Jens L. Thomsen um Døgg:
- Døgg er ein frægd at arbeiða við. Hon er nærløgd, dugnalig og hevur eina rødd, ið tú lovar innum beinanvegin og følir teg tryggan við.
Hans Jacob Kollslíð um Døgg:
- Døgg hevur eina heilt serstaka innarliga rødd, og hevur sera gott flair fyri tí "góða lagnum". Hóast sín unga aldur, er hon rættiliga tilvitað um, hvat hon vil við einum lagi. Tað hevur tískil verið bæði stuttligt, avbjóðandi og læruríkt at arbeiða saman við henni hetta seinasta árið,