Býráðið er ikki komið á mál við hesum sera vakra bygningi. Har má setast ein ella kanska tvær milliónir av afturat so at, wc, varmi, Isolering og ikke minst eitt annleg verður til tónleikarnar, sum har koma. Tá hava vit aftur eina PERLU í býnum.
Musikkskúlin, hvar bleiv hann av. Fyri einum góðum ári síðani bleiv ein stór verkætlan løgd fram í Múllers pakkhúsið. Har møttust bæði politikarar, arkitektar saman við Sunleifi Rasmussen og musikkskúlalærarum. Nógvur góður tónleikur bleiv framførdur og sjónmyndir blivu vístar á lørift, nógvar talur, ið lovaðu at her skuldi okkurt henda. Síðani hava vit ikki hoyrt eitt orð um musikkskúlan, lat okkum taka hetta fram aftur og fáa tað gjørt í verki. Vit hava so ofta prógvað, at vit hava stór talentir innan tónleikin, so eg skilji ikki hví politikarir ikki gerða umstøðurnar betri á hesum økinum. Verði eg valdur skal musikkskúlin verða eitt av mínum hjartamálum.
X við lista A. Her virka vit.
Les meira á HYPERLINK "http://www.folkaflokkurin.fo" www.folkaflokkurin.fo