Tónleikur í Stóra Pakkhúsi leygarkvøldið

Stóra Pakkhús í Vági hevur livandi tónleik á skránni leygarkvøldið. Tá fara

Hjalmar og Dagfinn at spæla.

Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen eru kendir tónleikarar, og hava verið

við í fleiri bólkum. Teir hava eisini hvør sær, og í felag, roynt seg á

útgávum. Kendasta samstarvið teirra millum á útgávu er helst lagið "Vovið

av Guði", sum kom út á fløguni Vælskapt Brek.

Hjalmar gjørdist kendur við bólkinum Júmen, ið var kendur í nítiárunum. Av

fløguni Rock í Føroyum gjørdist lagið "Eagle" kent.

Dagfinn leikti í áttatiárunum við Springs, og gav fløgu út undir ergnum

navni í 1997, har serliga Fagri Flokkur og Prikkuta Mona gjørdust kend løg.

Hjalmar og Dagfinn hava seinasta árið verið at hoyrt í høvuðsstaðnum -á REX

- við bólkinum Neil's Band. Hesin bólkur hevur nú ein steðg, og annað kemur

væntandi ístaðin.

Hjalmar og Dagfinn hava millum ár og dag spælt til mong ymisk høvi, t.d.

til dans, veitsluborðhald, brúdleyp, cafétónleik og kirkjukonsertir.

Men leygarkvøldið ber til at hoyra teir báðar Hjalmar og Dagfinn eina á

palli, tá teir fara at spæla í Stóra Pakkhúsi í Vági.