Fer Gamla Reinsarí at gerast nógv umrødda spælistaðið í Havnini? Hvussu er nýggja fløgan hjá Týr? Hvat konkret er komið burturúr Atlantic Soundscapes?
Hetta eru trý evni, ið verða viðgjørd í tónleikasíðunum í Sosialinum í dag, og sum meira nágreiniliga snúgva seg um:
- Gamla Reinsarí sum møguligt spælistað í Havnini. Tosað verður við Boga Andreassen, leiðara í Margarinfabrikkini; Beintu Gregersen, leiðara í Húsinum í Klaksvík; Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra í Tórshavnar Kommunu; og tónleikararnar Heðin Ziska Davidsen, Hergeir Staksberg og Fríða Bjørgvin um, hvat tey øll halda um staðið, og hvat tey ímynda sær kann spyrjast burturúr tí.
- Ummæli frá Líggjas Olsen av »Land« hjá Týr, sum kemur út í morgin.
- Dagføring frá Atlantic Soundscapes, showcase tiltakinum, sum var í Belgia fyrr í mánaðinum, har ljós verður varpað á øll úrslitini, ið eru komin av tiltakinum higartil. Eitt nú festival- og booking avtalur hjá Orca, Budam og Boys in a Band.
Tónleikur í Sosialinum hvønn hósdag!