Í Sosialinum í dag eru fyrstu fýra tónleikasíðurnar av fasta táttinum, ið blaðið framyvir fer at hava um tónleik
Annanhvønn hósdag fer Sunneva Háberg Eysturstein, sum er ein av Føroya bestu og mest beinraknu tónleikaummælarum, at ummæla nýggjar fløguútgávur og javnan gera samrøður við tónleikabólkar ella einstaklingar.
Í dag er millum annað samrøða við The Ghost, tíðindi um komandi útgávuna hjá Boys in a Band, um nýggja sangskrivaratiltakið í Margarinfabrikkini, um komandi útgávur og fløguumæli. Harímillum ummæli av nýggjastu útgávuni hjá Teiti Lassen, The Singer, ið fær seks stjørnur frá ummælaranum.










