Tónleikur og yrkingar í Losjuni í Gøtu

YRKJARACAFÉ

Tíðindaskriv

Í kvøld, fríggjakvøldið, verður Losjan í Gøtu karmur um eitt spennandi tiltak.
Talan er um eina sonevnda singer/songwriter og yrkjaracafé. Hetta er eitt tiltak, har høvið verður at hoyra og uppliva framførslur og upplestur frá ymsum, kanska serliga ungum, sangskrivarum og yrkjarum.
Endamálið við tiltakinum er, at geva teimum, ið fáast við hesar listagreinar ein pall, har tey kunna koma út við tí, ið tey hava upp á hjartað, tað veri seg tónleikur ella yrkingar. Tað hevur leingi verið eitt ynski frá Grót at skipa fyri fleiri tiltøkum av hesum slag, sigst kann, at líknandi tiltøk hava verið roynd við góðum úrsliti fyrr.
Millum luttakandi sangskrivarar og yrkjararar vera m.a. Søren Søgaard, Petur Pólsson, Símun Skorastein, Knút H. Eysturstein og Hanseman Poulsen. Eisini verður møguleiki hjá áhoyrarum at bera fram yrkingar og/ella framføra nøkur løg. Áhugað kunna tekna seg sum kvøldið líður. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Grót í tíðindaskrivi.