Fleiri kend andlit verða at síggja í Leikalund í Klaksvík í dag Seinnapartin í dag, sunnudagin, verða Gomlu handilshúsunum úti í Klaksvíksgarðinum, Leikalund, karmur um tiltak við tónleiki og upplestri
Tey sum framføra tónleik eru vælumtókti bólkurin FAROE5 og ungi yrkjarin og lagsmiðjurin Rógvi Jacobsen. Tey sum lesa og siga frá eru Sjúrður Skaale, Bergur Rasmussen, Rakel Helmsdal og Búi Dam.
Tiltakið byrjar klokkan 14.30 tá ið Faroe5 leggja fyri, klokkan 15.15, lesur Búi Dam, kl 15.30 lesur Rakel Helmsdal, klokkan 15.45 eigur Bergur Rasmussen tørn og klokkan 16 fer Sjúrður Skaale at siga frá um E elski Førjar. Seinastur á skránni er Rógvi Jacobsen, sum fer at syngja nakrar sangir.
Samstundis verður høvið til at ogna sær fløgu og bók við undirskrift frá tónleikarum og rithøvundum og okkurt leskiligt ábit fæst eisini.