Tónleikur og jól í Havnar Kirkju

Tónleikur og jól hóska væl saman, og í seinru helvt av desember fara ym­isk tónleikatiltøk fram í Havnar kirkju.
Sunnudagin 11. de­­semb­er kl 11 er guds­tænasta, har Kristiliga Sangkórið luttekur við síni jólaskrá.
Sama dag kl. 14 er fa­miljugudstænasta, har Barnakórið í Mein­ig­heits­húsinum lut­­­tekur við sangi og Luciagongu.
Leygardagin 17. de­s. kl 11.30 verð­ur Jóla­­matiné, sum Kon­sert­felagið skipar fyri. Tórs­­havn­ar Mans­kór, Blási­kvin­tettin Kink­ve, Ungdóms­strúki­or­kestrið og solo­sang­ur.
Sama dag kl. 16 skip­ar felagið Javni fyri guds­tænastu fyri menn­ing­ar­tarnað, sum luttaka.
Sunnudagin 18. des. kl 11 er gudstænasta, har Dreingjakórið Undir Brúnni syngur.
Sama dag kl 20 er Jólakonsert, har næm­ingar Musikk­skúlans spæla, og Gentukórið í Havnar kirkju syngur.