Angela og Hannibal fara at vera við til føstulávintshaldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og eisini verður dansur við kendum 60'ara bólkum, og tveir kendir vísusangarar fara at hava konsert
Tað verður nógv undirhald á skránni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 1. mars og sunnudagin 2. mars.
Leygardagin verður stórsligið føstulávintshald, har tey bæði Angela og Hannibal, sum øll børn munnu kenna frá sjónvarpssendingunum, fara at vera við. Børnini fáa føstulávintsbollar og sodavatn, og tað verður kaffi til tey vaksnu.
Tríggjar tær vakrastu grýlurnar vinna eina kassa av Faxe-sodavatni.
Dansur
Leygarkvøldið verður stórur dansur við tveimum kendum tónleikabólkum úr 60'unum. Talan er um Silly Boys og Thunderbirds.
Tað undarliga við hesi samanseting er, at bólkarnir ongantíð áður hava spælt til konsert saman. Tað kann tykjast løgið, tí bólkarnir hava verið sera virknir, og teir hava gjøgnum árini verið við í nógum afturlítandi dansitiltøkum. Men nú verður so møguleiki at hoyra teir væl umtóktu bólkarnar til sama tiltak.
Í sambandi við dansin verður skipað fyri stórum køldum borði í Mentarhúsinum. Hetta verður frá klokkan 20.00.
Atgongumerki til dansin kunnu keypast í forsølu.
Vísukonsert
Sunnudagin 2. mars verður vísukonsert við tveimum kendum føroyskum vísusangarum.
Annar teirra er fuglfirðingurin Stanley Samuelsen, sum fyri nøkrum árum síðani gav út eina fløgu. Kendasti sangurin av hesi fløgu er ivaleyst »Um eg kundi kvøði«, sum sjálvandi verður á skránni til hesa konsertina.
Hin maðurin er ein legenda í føroyskum tónleiki. Klaksvíkingurin Hanus Gærdum Johansen verður mettur sum ein av okkara allarbestu vísusangarum, og hann hevur eisini givið fløgu út. Hanus er kendur sum ein framúr tulkari av yrkingunum hjá Poul F., men hann hevur sanniliga eisini gjørt nógvar góðar sangir sjálvir.










