Tónleikur hjá Thomsen um vikuskiftið

Bæði í kvøld og leygarkvøldið verður live-tónleikur á Pubbini og á Seglloftinum á Tvøroyri Í hølunum hjá Thomsen á Tvøroyri er nærum altíð livandi tónleikur, og so er eisini í kvøld og í annaðkvøld.

Í kvøld fara Trygi Strøm og Dagfinn Olsen at spæla á Pubbini hjá Thomsen.

Leygarkvøldið fer manningin í Ergo á pallin á Seglloftinum, og tað verður Jonhild A. Nielsen, ið fer at syngja.