Í Mali er tónleikur ein sera stórur partur av mentanini. Men islamistisku uppreistrarmenninir, sum nú hava hertikið norðara partin av Mali, hava forboðið tónleiki.
Peter Hvalkof, sum hevur til uppgávu at fáa tónleikanøvn at spæla á Roskilde Festivalinum í Danmark sigur, at hann í mong ár hevur fylgt tónleikinum í Mali og Vesturafrika, og í síðstu viku var hann á fundi við festivalfyrireikarar í Mali.
Hesir søgdu honum, at tónleikarar, sum áður hava búð har norðuri í Mali eru farnir úr økinum. Eisini hevur festivalurin "Festival in the Desert" í mong ár verið hildin í Timbuktu, men orsaka av uppreistrarmonnunum er festivalurin nú fluttur til landið Burkina Faso í ár.
Uppreisturin í Mali hevur eisini havt sína ávirkan á tónleikalívið í Danmark.
- Eg havi upplivað, at tónleikarar, sum vanliga hava guitar og onnur ljóðføri við sjálvir, eru komnir til Danmarkar uttan nakað, tí teir ikki tora at vísa seg við ljóðførum alment, sigur hann við Kulturnyt á P1.










