Vit eiga nógvar evnaríkar tónleikarar og sangarar her á landi. Dagliga síggja vit nýggjar fløgur við heimagjørdum tilfari koma út á tann føroyska marknaðin. Vit hava eisini sæð nøkur skarað burturúr, nøkur ið hava fingið møguleikan at seta síni spor innan tónleikaheimin uttanlands.
Føroyar kunnu selja seg sum ein tónleikatjóð, um bert vit seta pening av til at marknaðarføra hesa vøru, vit longu nú framleiða og eiga. Her er talan um eina vøru, ið kann geva nógvan pening aftur í landskassan, um farið verður rætt fram. Hetta er nakað man eiga at arbeiða fram ímóti, til eitt komandi løgtingsval.









