Tónleikur: Dystur um pláss millum tey bestu

Í morgin verður aftur dystast um at sleppa víðari til Danmarkar til Steinway kappingina, sum Føroyar vunnu í fjør

Í morgin klokkan 15 fara 12 dugnaligir føroyskir klavernæmingar úr Havnini, Vestmanna og Suðuroynni at dystast. Hægst 3 sleppa víðari til Steinway klaverkappingina, sum verður í Keypmannahavn tann 8. apríl. Tá verður kappast við ungar danskar og svenskar klaversnillingar.

Føroyar hava luttikið 5 ferðir áður og hava góð úrslit at vísa á. Bæði 1.,2. og 3. pláss og aðrar heiðurslønir. Í fjør komu Føroyar á 1. pláss, tá Ulla Timmermann vann kappingina.