Tónleikur á Café Natúr um vikuskiftið

Fríggjakvøldið bjóða tveir væl royndir og góðir tónleikarar seg fram á Café Natúr, og leygarkvøldið setur ein livandi legenda seg við gittaran.

 

Fríggjakvøldið spæla teir báðir Torkil Olsen og David Isfeld. Teir báðir eru garvaðir og væl royndir tónleikarar, sum elska at at framføra. Tónleikastílurin er rættur Café Natúr stílur. Løg tú kennir, sungin og spæld sum tey eiga.

 

- Tað borgar fyri kenslum, kærleika og inniligum tónleiki, tá ið Eyðun Nolsøe er á skránni. Hann hevur gjørt meira fyri kærleikan enn nakar annar føroyskur tónleikar, samstundis sum hann hevur havt orkuna at verið uppi á barrikadunum fyri rættvísinum. Kom við í sangskattin hjá Eyðuni Nolsøe leygarkvøldið á Café Natúr, sigur Café Natúr í tíðindaskrivi.