Tónleikur á breddan í Suðuroynni

Leygardagin verður stórt tiltak í Hvalba, har tónleikurin verður settur á breddan. Fyrilestrahaldarar siga sína hugsan um tónleik í oynni fyrr og nú og framyvir. Livandi tónleikur verður at hoyra. Millum røðararnar verður løgmaður

Suðuroyggin og tónleikurin. Fyrr, nú og í framtíðini. Nakað soleiðis ljóðar yvirskriftin fyri tiltak, sum verður í skúlanum í Hvalba leygardagin frá klokkan 13 til 17.
                      Tónleikalærarar, næmingar og tónleikarar fara at spæla millum stuttu fyrilestrarnar, sum eru á skránni. Fleiri røðarar fara at siga sína hugsan um tónleik og umboða teir ymsar bólkar í samfelagnum. Sum njótarar og/ella nýtarar av tónleiki.
Elin Nielsen bjóðar vælkomin og Einar Larsen sigur so eitt sindur um tónleikasøguna í Suðuroynni. Vegna kommunurnar sigur Anna Djurhuus nøkur orð, vegna vinnulív Anna Kirstin Thomsen, vegna peningastovnar Mikkjal Sørensen, vegna ítrótt Heri Mortensen, vegna skúla Nita Næs og síðsti røðarin umboðar landspolitikk og er løgmaður Jóannes Eidesgaard. Høvi verður at seta fyrilestrahaldarum spurningar.
                      Fyrilestrarnir eru smáar 10 minuttir og ímillum spæla ymsir bólkar tónleik.                      Øll eru vælkomin tiltiltakið, sum tónleikalærarar í Suðuroynni hava tikið stig til.