Tónleikur á Bátasavninum

Aftur í ár fer Bátasavnið í Leirvík at vera karmur um eina jólakonsert við Moniku Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul. Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgunar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” út . Og tær hava javnan spælt saman á konsertum.

Jólakonsert
Bátasavnið í Leirvík
Sunnudagin 15/12 kl. 16.00