Útgáva
Tiltakið, sum flest øll fólk helst seta í samband við ár 2001 man verða Prix Føroyar. Og jú, sjálvandi, Prix Føroyar er tað heilt stóra innan tónleikaheimin í Føroyum, men als ikki tað einasta.
? Árið í ár hevur verið eitt ógvuliga hendingaríkt og forvitnisligt ár innan føroyska tónleikaheimin, sigur Eyðun Klakstein, sum er ein av teimum, sum hevur lagt bókina til rættis.
? Nógv er hent, nógvir bólkar hava verið uttanlands og spælt, og eisini hava nógvir útlendskir bólkar verið í Føroyum. Tí haldi eg, at tónleikalívið í Føroyum hevur uppiborið eina árbók.
Hugskotið til bókina kemur frá heimasíðuni pop.fo, sum hevur lagt seg eftir tónleikatíðindaflutningi innan føroyska tónleikaheimin.
? Tað var í summar at byrjað varð at tosa um, at tað hevði verið stuttligt at samla alt tilfarið saman til eina samlaða mynd av tí, sum er hent innan tónleik í Føroyum.
Møguliga eftirfylgjarar
Og hvussu nú? Bókin er útkomin, men kunnu vit vænta fleiri slíkar?
? Um marknaðurin er fyri tí, ja, sigur Eyðun Klakstein.
? Uttanlands hevði tú fyrst kannað um marknaðurin var fyri eini slíkari bók, men tað verður ikki gjørt í Føroyum, her loypur tú bara útí tað, og er tað tað, sum vit hava gjørt. Vit hava lagt okkum eftir at stíla breitt, sjálvt um bókin bert er um tónleik. Mest poppur og rockur er í bókini, men eisini ymiskt annað hevur fingið sítt pláss.
Eyðun sigur seg vera ógvuliga glaðan fyri úrslitið. Nógv arbeiðið er lagt í bókina, men tað hevur ongan týdning. Fólk síggja ikki arbeiðið, sum liggur aftanfyri, tí er tað týdningarmikið, at úrslitið er so gott sum møguligt.
? Nú er spurningurin bara um fólk taka ímóti bókini. Um undirtøkan verður nóg góð, so verður uttan iva farið undir eina slíka bók aftur næsta ár. Tónleikalívið í Føroyum er ríkt og hendingarnar nógvar, so trupulleikin liggur ikki í at savna saman tilfar.
Gott úrslit
Tónleikur 2001 er 109 síður og eru allar síðurnar í litum. Nógvar góðar myndir eru í bókini, og ger tað bókina lætta, bæði at lesa og at blaða ígjøgnum.
Bókin hevur bæði langar og styttri greinar. Hon byggir á tað, sum er skrivað um tónleik í Sosialinum og á pop.fo seinasta árið, men er meginparturin av tilfarinum endurskrivaður.
Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir útvaldar tónleikahendingar 2001, og at enda er eitt yvirlit yvir tær føroysku fløgurnar, sum eru komnar út higartil í ár.
Hestprent hevur staðið fyri umbróting og prenting. Bókin kostar 159 krónur, og er avgjørt eitt gott hugskot í jólagávu til ein og hvønn, ið er áhugaður í tónleiki á ein ella annan hátt ? um hann spælir, ger, lurtar ella bara er forvitin kann verða líkamikið.