Tónleikavinnudagur við amerikonskum tónleikarum

Í samband við endabrestin á Nashville.fo døgunum, verður eisini ein tónleikavinnudagur, har teir amerikansku tónleikararnir fara at hava fyrilestrar og framførslur fyri luttakarunum. Hósdagin 27. august verður skipað fyri einum stórum tónleikavinnudegi. Amerikonsku tónleikararnir fara at hava fyrilestrar og framførslur fyri luttakarunum. Fyrilestrarnir fara at snúgva seg um ?The Nashville Sound,? hvat krevst fyri at klára seg sum yrkistónleikara og ?The Nashville Number system,? ið er ein serligur háttur at lesa og skrivað nótar.

 

Haraftrat fer føroyski produsarin, Óli Poulsen, at framleiða eitt lag saman við tónleikarunum úr Nashville. Ætlanin er at geva luttakarunum innlit í, hvussu ein feskur sangur kann mennast frá fyrstu akkordini á kassaguitara, til hann fullfloygdur drønar gjøgnum hoytalararnar.

 

?Søgur úr Nashvík? - útvarp til fólkið

Sum upplegg til gallakonsertina og tónleikavinnudagin fer AEL somuleiðis at framleiða seks summarsendingar fyri Rás 2. Sendingin fær heitið ?Søgur úr Nashvík,? og fleiri kendar útvarpsrøddir verða at hoyra í sendingini.

 

Fyrsta sendingin fer av bakkastokki mánamorgunin 6. juli klokkan 11. Nashvík verður ein løtt og upplýsandi sending, har lurtarin í meldrinum millum neytamenn og kópakonur verður undirhildin við samrøðum, varierandi tónleiki, bakgrundstilfari, dagsaktuellum gestum og forkunnugari kapping.

 

Avmarkað atgongd

Fyrireikararnir vænta, at gallakonsertin verður ein forkunnug uppliving.

 

-Eg vænti, hetta verður eitt once-in-a-lifetime upplivilsi hjá fólki. Vit hava roynt at gera konsertina so bíliga og familjuvinarliga sum gjørligt, sigur Jákup Zachariassen.

 

Avmarkað atgongd er til gallakonsertina 29. august. Talan er um sitikonsert, og pláss er bert fyri 1.300 fólkum.