Hvat skal til fyri at klára seg í altjóða tónleikahøpi? Hvussu verður eitt hitt lag framleitt? Hvagani kemur Nahsville soundið? Hesir og mangir aðrir spurningar vera havdir á lofti, tá tónleikavinnudagurin fer av bakkastokki í Sjónleikarhúsinum hósdagin 27. august.
Í hesum sambandi vera nakrir av fremstu tónleikarum í heiminum til staðar í skjótt aldargamla leikhúsinum í hjartanum í Havn. Teirra millum tríggir av mest brúktu studio tónleikarum í heiminum – guitarleikarin Brent Mason, steel spælarin Paul Franklin og trummusláarin Paul Leim.
Somuleiðis fer fremsti føroyski produsarin seinastu 20 árini Óla Poulsen at vera við. Hann fer saman við amerikonsku tónleikarunum at framleiða eitt nýskrivað lag á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Her verður høvi at fáa innlit í, hvussu eitt lag kann mýkjast frá føðing á einum kassaguitara ella klaveri til tað er at hoyra fullfloygt í útvarpi ella á fløgu. Til høvið hava fyrireikararnir fingið serligan sangara at koma at framføra lagið, ið arbeitt verður við í Sjónleikarhúsinum hetta kvøldið.
Eisini fer amerikanski pianisturin og produsarin Edgar Struble at greiða frá sínum leikluti sum orkesturleiðari hjá Kenny Rogers júst um tað mundið, tá hesin fekk sítt altjóða gjøgnumbrot.
Møguligt verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar til allar luttakararnar. Birgir Kruse fer at samskipa hetta kvøldið í Sjónleikarhúsinum og hann verður somuleiðis orðstýrari.
Tað er føroyska felagið AEL, ið við skipar fyri tónleikavinnudegnum. Tónleikavinnudagurin er sostatt partur av Nashville.fo døgum, ið enda við eini gallakonsert í Ítróttarhøllini á Hálsi 29. August. Kostanðurin at luttaka til tónleikavinnudagin er 500,- krónur og til ber at tekna seg við at venda sær til nýggja tónleikahandilin Soundcheck, sum heldur til í Miðlon í Tórshavn. Tað sleppa í mesta lagi 100 fólk at luttaka á tónleikavinnudegnum. Øll eru vælkomin at tekna seg.
Serligir stuðlar til tiltakið eru Eik og Tórshavnar Býráð. Tiltakið er eisini stuðlað av Rás2/Sosialinum og Soundcheck.
Skrá:
18:30 Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, setur tónleikavinnudagin
18:40 Tónleikarar framføra eitt lag
18:45 Edgar Struble hevur fyrilestur um 2 evni
Carriers in the music business/my years with Kenny Rogers
19:15 Tónleikarar framføra eitt lag
19:20 Paul Leim hevur fyrilestur “Making it to the “Show” – The Studio ‘A’ Team.”
19:45 Tónleikarar framføra eitt lag
19:50 Steðgur okkurt til matna og høvi verður at hitta tónleikarar
20:15 Tónleikarar framføra eitt lag
20:20 Eitt nýskrivað lag verður lagt fram í demo form.
20:30 John Hoobs hevur fyrilestur um "The Nashville numbre system.”
20:45 Óli Poulsen hevur fyrilestur um at produsera, tað nýggja lagið, ið varð spælt í demo form, verður produserað av Óla Poulsen á staðnum. Hann brúkar allar tónleikarnar aktivt á staðnum.
21:20 Sangari kemur á pallin og syngur sangin, ið Óli hevur produserað saman við amerukansku tónleikarinum.
21:30 Tónleikarar framføra eitt lag
21:35 Panel har allir tónleikarar luttaka Birgir Krusø verður orðstýrari, og høvi verður hjá áhoyrarum at luttaka.
22:10 Tónleikarar framføra eitt lag
22:15 Endi og høvi verður at hitta tónleikarar