Frá byrjan hevur fólkið fingið at vita, at vit ikki skulu savnast, har tað er tónleikur.
– Tað er tað mest umfatandi inntrivið av øllum í samband við koronu. Hví verða tónleikur og mentan stemplað sum smittuberi? Hvørki fótbólturin ella flogfarið verða nevnd, hóast tey savna fleiri fólk enn ein konsert, sigur Hjalmar Hvítkeltt, sum eigur og rekur fyritøkuna Ljóðtøkni.
– Taka vit flogfarið sum dømi, so kanst tú sita meir enn tveir tímar í masku, men tú kann ikki fáa meira enn 100 fólk á Reinsaríið ella í Norðurlandahúsið.
Tí er tað er spyrji:
– Kanst tú ikki akkurát tað sama sita til eina konsert í masku, sum at sita í einum flogfari við masku? Og vit síggja eisini, at flogførini eru proppað við fólki, og tú situr nógv tættari í einum flogfari enn í Norðurlandahúsinum ella Reinsarínum, sigur Hjalmar Hvítklett.
Les meir um hartraktu tónleikavinnuna í Sosialinum, sum júst er komin í handlarnar.
##med2##
##med3##
##med4##