Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at føroyska ølstaðið og diskotekið í Keypmannahavn, Skarv, lat uppaftur og fólk tykjast taka væl undir.
- Staðið hevur verið væl vitjað í vikuskiftunum, siga fyrireikararnir.
Fyrsta vikuskifti við livandi tónleiki var við Høgna Lisberg og Allan Tausen, ein útgávukonsert fyri føroysku útisetum beint eftir nýggjár. Tá var nógv fólk komið saman á Skarv.
Komandi vikuskiftið verður aftur livandi tónleikur at hoyra á Skarv.
Fríggjakvøldið 10. mars spæla Finnur Jensen og Høgni Reistrup. Á skránni eru føroyskir slagarar úr Grønu Sangbók, Páll Finnur Páll-løg og útlendskt tilfar, so sum Beatles, Bob Dylan og David Gray. Finnur og Høgni hava spælt nógv, síðani teir fluttu niður í lestrarørindum í fjør summar. Men hetta er fyrstu ferð, at teir spæla saman í Keypmannahavn.
Leygarkvøldið 11.mars spæla Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni á Skarv.
- Tróndur syngur væl og spælir góðan bass og Eyðuni nýtist ikki ta stóru presentatiónia, siga fyrireikararnir.
Hesir bágir hava spælt saman í 2 ár t.d. á Summarfestivalinum, í TB-húsinum og ymsastaðni í Havnini. Eyðun, sum hevur gjørt nógvar sangir seinastu árini, ið mugu roknast í føroyska sangskattin, fer væntandi at framføra hesi, umframt onnur kend løg, bæði føroysk sum útlendsk.
Dyrnar lata upp bæði kvøldini klokkan 22 og tað ókeypis atgongd bæði kvøldini.