Tónleikaummælarar úr stóru verð á G!

SAMVIT tók sær væl av teimum, áðrenn leiðin gekk til Gøtu Við flogfarinum hjá Atlantic Airwyas í vikuni kom hópur av útlendskum tónleikaummælarum at vera við til fyrsta stóra føroyska tónleikafestivalin í ár - G!

 

Eitt sera stórt arbeiði verður gjørt fyri at kunna um Føroyar og føroyskan tónleik á G! festivalinum og í hesum sambandi eru ummælarar umboðandi fjølmiðlar í nógvum longum komnir til Føroya.

 

Seinnapartin í dag vóru teir á vitjan í Havn, har umboð fyri SAMVIT vístu teimum býin í besta sólskyni.

 

Haðani gekk leiðin beinleiðis til Gøtu, har ummælarnir fáa sína sak fyri komandi dagarnar. G! í sólskyni og glaðum føroyskum ungdómum kann ikki vera betri karmur um eina uppliving fyri