Tónleikari særdur

Bruce Kulick, sum var guitarleikari í bólkinum Kiss, varð særdur av skotum uttan fyri ein náttklubba í West Hollywodd hósnáttina.

Tann 49 ára gamli tónleikarin stóð uttan fyri náttklubban, tá ein maður við skammbyrsu brádliga gjørdist frá sær sjálvum. Maðurin lat fleiri skot av ímóti fleiri fólkum, sum stóðu og bíðaðu eftir at sleppa inn. Bruce Kulick varð raktur í annan fótin, og ein kúla streyk fram við høvdinum. Hann varð fluttur á sjúkrahús, men slapp heimaftur í gjár.

Bruce Kulick spældi við Kiss frá 1984 til 1995, tá hann fór burtur úr bólkinum. Seinni gav hann eina plátu út við gomlum løgum frá sjeytiárunum.