Tónleikari frá barnsbeini

Andras Olsen er tónleikari. Hann byrjaði, sum níggju ára gamal, í Havnar hornorkestur at spæla kornett. Hann royndi síðani at spæla ymisk onnur ljóðføri, áðrenn hann fann útav, at trombone var tað, sum hann hevði bestan hug til at spæla. Fyri hálvum ári síðani, var hann liðugur at lesa á skúla í Onglandi

Andras sigur, at hann, sum smádrongur og allan vegin upp gjøgnum tannárini, droymdi um at gerast kendur innan eitt ella annað.
Sum børn flest hevði hann fleiri frítíðarítriv, bæði ítróttarlig og innan tónleik.
- Eg spældi eisini fótbólt, men eg helt, at tað fóru at verða størri møguleikar hjá mær at vinna pening innan tónleikin, so eg gjørdi av at leggja alt annað á hillina og einans konsentrera meg um trombonspæl, greiðir Andras frá. Hann hevur líka frá barnsbeini havt áhuga fyri tónleiki.
Í familjuni hjá Andrasi kann tað sigast at hava verið siður at spæla við hornorkestrinum. Pápi hansara og tveir pápabeiggjar hava spælt við í fleiri ár. Og eisini hevur hann átt og eigur okkurt systkinabarn í Havnar hornorkestur.
Andras hevur gjørt av at flyta heim í eina tíð nú. Hann hevur tó framvegis okkurt smávegis eftir at gera í Onglandi, so hann skal yvir aftur einar tvær ferðir í vár.
Havnar Hornorkestur fyllir 100 ár um stutta tíð, og Andras skal vera við. Eisini fer Andras at spæla við Aldubáruni, sum hevur várkonsert 1. mars.

Klassiskt ikki siður
Tað hevur ofta víst seg, at tað ganga ikki so nógv fólk til klassiskar konsertir í Føroyum. Til hetta sigur Andras, at tað er ongin siður fyri klassiskum tónleiki herheima.
- Í Føroyum hevur tað mest verið kórsangur og horntónleikur, og tí haldi eg, at tað kann tykjast at vera torført at lokka fólk til klassiskar konsertir, sigur Andras.
Men hann leggur tó afturat, at áhugin fyri klassiska tónleikinum tykist at vera vaksandi nú. Sum dømi nevnir hann, at tað, at Sunleif Rasmussen hevur fingið Tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, so avgjørt hevur vakt áhuga millum fólk.
- ítrótturin fer avstað við sera nógvum pengum, men tað er kanska eisini nakað, sum Sunleif er við til at broyta. Tí tað er av stórum týdningi fyri mentanina í Føroyum, at tónleikurin eisini er við, sigur Andras Olsen, men hann er greiður yvir, at hann helst verður noyddur at taka okkurt arbeiði við síðuna av tónleikinum, um hann verður verandi í Føroyum. Men í summar fer hann niður til Danmarkar at taka solist klassa, sum tekur tvey ár.
Andras sigur, at hann er ikki tónleikalærari, hann er tónleikari. Og tónleik ætlar hann sær at halda fram við at fáast við, hóast tað illa ber til at liva av tí í Føroyum.
- Tað er tað stuttligasta júst nú. Tí við tónleikinum fái eg høvi til at gera nakað av tí, sum mær dámar allarbest. At ferðast og hitta nýggj fólk, sigur ungi havnamaðurin og leggur at enda afturat, at tá ein er tónleikari, tá er ein tættast upp at hasum báðum.