Tónleikarar á veg konsert í Norðurlandahúsinum

Eingin ivi er um, at mest hjartanemandi og viðkomandi framførslan, ið hugsast kann, er, tá ið solisturin er púra einsamallur á palli og einki annað lið er ímillum tónleikaran og áhoyraran. Eingi tól at krógva seg aftanfyri, einki hóvasták. Bert eitt menniskja, ið setir seg - ella stillar seg frammanfyri lurtaranum og spælir.

 

Á konsertini sunnudagin 5. februar klokkan 16.00, verður dentur lagdur á solistarnir, ið eru við at gera seg liðug við útbúgvingina á Musikkskúla Miðnámi. Hesi ungfólkini, ið longu nú eru um at verða floygd sum tónleikarar, fara at spæla tónleik, ið tey ynda.

 

Tey fara spæla solo á sítt ljóðføri, og er tað tónleikur fyri sello eftir J.S. Bach, Fernando Sor á gittara, Arthur Honnegger á floytu og Krzysztof Penderecki á klarinett.

 

Konsertin er sum vera mann fjølbroytt, nú ið øll tey ymisku ljóðførini eru á skránni.

 

Samanspæl er eisini á skránni og verður hetta vakra lagið "Jewish Song" eftir tónaskaldið Ernest Bloch, umframt eitt stykki fyri tvær violinir eftir føroyska tónaskaldið Trónd Bogason. Eisini verður stórsligin málmblástur fyri fýra ljóðføri við, millum annað eitt verk eftir Joseph Horovitz.

 

Konsertin í tí sera vælfagnaðu røðini "Tónleikarar á veg" er í Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin 5. februar kl. 16.00.