Tónleikarar í tjaldinum hjá 12. manni

Fleiri kend tónleikaranøvn fara at undirhalda í tjaldinum hjá 12. manni frá kl. 16 Lagið skal verða av tí besta, tá áskoðararnir fara inn á Tórsvøll í kvøld. Tað ætlar í hvussu er felagið 12. maður at gera sítt til.

Umframt alt tað vanliga so sum sølubúð av landsliðslutum og andlitsmáling, verður hesaferð eisini skipað fyri undirhaldi, har kendir føroyskir tónleikarar fara at spæla og syngja. Talan er um so stór nøvn sum Terji Rasmussen, Sámal Ravnsfjall, Ronni Poulsen og Jákup Dam. Haraftrat verður eisini troubadururin Holgar frá Holgar og Villmenn við. Umframt hesar nevndu rokna fyriskipararnir við, at fleiri aðrir tónleikarar koma niðan í tjaldið við sínum ljóðføri.

Og grundarlagið skuldi verið fyri góðum hýri, tí fyri fyrstu ferð hevur eydnast 12. Manni at fingið skeinkiloyvi upp til dystin. Tað er Gallarí Jinx, ið tekur sær av tí partinum, so tað er ikki 12. maður sum so, ið hevur fingið skeinkiloyvi.

Tjaldið læt upp klokkan 14, men frá klokkan 16 kemur rættiligt lív í, tí tá fara tónleikararnir á pallin, og tá lata eisini sølubúðirnar og andlitsmálingin upp.

Klokkan 16 byrjar eiini FSF at selja tey seinastu atgongumerkini, ið eftir eru til dystin, so tað er lag á manni at leita sær inn í tjaldið hjá 12. Manni, tá atgongumerkið er tryggjað. Men sjálvandi eru øll vælkomin, og felagið 12. maður vónar, at so mong sum gjørligt nýta hetta góða høvi at »lada upp« til spennandi dystin móti heimsmeistarunum á Tórsvølli í kvøld.