Sunnudagin fara tey flestu av føroysku tónleikanøvnunum, ið spældu á festivalinum »við Múrin« á pall í Reinsarínum í Havn til frama fyri kokkinum, Hans Jákup Garðalíð, ið borðreiddi fyri teimum í Roykstovuni Kirkjubø. Tiltakið nevnist CHEF AID.
200, MC-Hár, Hallur Joensen, The Ghost, FAROE5, Sic, Boys In A Band, Guðrið Hansdóttir, Lady Fire og Martin Joensen hava tikið seg saman at skipa fyri stuðulskonsertini, ið verður hildin í Reinsarínum í Havn sunnudagin.
Endamálið er heilt einfalt at savna pening inn til tær ovurstóru rokningarnar, ið Hans Jákup Garðalíð situr eftir við, nú festivalurin er farin av knóranum.
- Vit eru øll samd um, at »við Múrin« var ein sera góð festivaluppliving, har umstøðurnar bæði á palli og handan pallin vóru óvanliga góðar. At koma yvir í Roykstovuna eftir framførsluna, og fáa eina slíka máltið í hesum hugnaligu kørmunum, var fyri okkum ein stórur prikkur yvir i?num, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
- Serliga tí harmaði tað okkum øll at frætta, at kokkurin eftir húsagangin sjálvur stóð við rokningini fyri rávørurnar til matin og drykkivørurnar, ið hann hevði borðreitt fyri okkum, siga tey.
Stigtakararnir til Chef Aid konsertina, ið eru limir í nøkrum av bólkunum, hava sett seg í samband við øll føroysku nøvnini á festivalinum, og móttøkan hevur verið sera jalig. Hjá onkrum bólki hava tó umstøður ikki verið til at luttikið, tí onkur limur er staddur uttanlands. Men talan verður um eina sera fjølbroytta konsert, tá 200, Hallur Joensen, FAROE5, Sic, Guðrið Hansdóttir, Boys In A Band, MC-Hár, The Ghost, Lady Fire og Martin Joensen fara á pall í sjónleikarhúsinum sunnudagin.
Konsertin byrjar klokkan 17, og allir bólkarnir spæla eina løtu í part.
- Vit kunnu jú altíð fara á pall aftur og fáa løn fyri at spæla somu løgini umaftur, men hjá kokkinum er støðan øðrvísi: Maturin er jú etin. Vit vilja tí gera okkara fyri at tryggja framtíðina hjá fyritøkuni hjá Hans Jákupi Garðalíð. Hann hevur í miðlunum boðað frá, at hesin missurin er størri enn tað, ið fyritøkan hjá honum klárar at bera. Hetta harmar okkum øll, tí hansara leiklutur á festivalinum var fyrst og fremst at gera okkara festivaluppliving enn betri.
- Hetta er okkara máta at siga manga takk, siga tóneikararnir í tíðindaskrivinuma.