Í kvøld klokkan 21.00 er stóra tónleikatiltakið Planet Awards á skránni.
Tey bestu innan føroyska tónleikaheimin verða í kvøld heiðrað, tá Planet virðislønirnar verða handaðar. Tað er dansistaðið Rex, ið verður karmur um tiltakið.
Umframt handanir av virðislønum verða eisini framførslur frá fleiri av Føroya fremstu tónleikarum á skránni. Eisini danin Shaka Loveless, sum er eitt av heilt stóru nøvnunum á danska popppallinum í løtuni, fer at framføra.
Allan desember mánað hevur verið gjørligt hjá fólki at atkvøða fyri Ársins sangi, Ársins útgávu, Ársins nýggja bólki/einstaklingi, Ársins songkvinnu og Ársins sangara.
Atkvøðugreiðslan lat aftur í gjár á middegi.
Rás2 sendir beinleiðis frá Planet Awards.