Á hvørjum ári skipar Miðlahúsið fyri Planet Awards. Hetta er tiltak, har tey bestu í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað.
Sjey Planet heiðurslønir verða lætnar, og harafturat verður eitt serligt herðaklapp latið onkrum, sum hevur avrikað nakað serligt í føroyskum tónleiki.
Heiðurslønir verða lætnar Ársins sangara, songkvinnu, bólki, einstaklingi, nýggjum bólki, sangi og útgávu.
Ein dómsnevnd ger tilnevningar til tær ymsu heiðurslønirnar, og síðani skal dómsnevndin atkvøða saman við almenninginum, sum kann senda sms-atkvøður til atkvøðugreiðsluna.
- Mánadagin verður tilnevningarnar til Planet Awards 2012 kunngjørdar, og síðani fáa fólk møguleikan at atkvøða til teir ymsu heiðurslønirnar, sigur Barbara Holm, sum samskipar tiltakið.
Hildið á Rex
Planet Awards verður hildið á dansistaðnum Rex í Havn fríggjakvøldið 28. desember. Har verður so avdúkað, hvør hevur vunnið tær ymsu heiðurslønirnar, og eisini verður serliga herðaklappið latið.
Fólk hava møguleika at verða við til Planet Awards, og atgongumerkini verða sett til sølu mánadagin.
Rás2 fer at senda beinleiðis frá Planet Awards.