Seinasta hóskvøld samtykti eitt einmælt Tórshavnar Býráð fíggjarlógina fyri 2004. Sammett við 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, eru nakrar broytingar at síggja á endaligu fíggjarlógini. Tónleikararnir í høvuðsstaðnum kunnu fegnast um, at Tórshavnar Býráð hevur játtað 250.000 krónur til nýtt spælistað.
Tónleikarar í Havn hava áður víst sína ónøgd við, at hølisviðurskiftini eru út av lagi vánalig. Millum annað vórðu undirskriftir savnaðar fyrr í ár, og nú tykist sum um Tórshavnar Býráð er vaknað. Sambært fíggjarlógaruppskotinum verður tað Gamla vaskaríið í miðbýnum sum skal gerast til spælistað.
Húsið hevur seinastu mongu árini staðið órøkt, og tær 250.000 er settar av til varðveita og umvæla húsini, so tey kunnu tæna einum góðum endamáli.
Rógvi fegnast
Rógvi á Rógvu er ein av stigtakarunum til, at eitt nýtt spælistað í Havn verður fingið á føtur. Nú er tjúgu ár síðan Perlan varð tikin niður, og framvegis er einki spælistað til tónleikararnar. Rógvi fegnast um, at endiliga er gongd komið á málið, og hann vónar, at eitt nýtt tónleikastað nú verður veruleiki.
Spurdur um tónleikararnir hava sett trýst á Býráðið, nú pengar er settir av til spælistað, svarar Rógvi, at hann hevur sent eitt ótal av skrivum til Býráðið, men hann hevur ikki fingið nakað svar.
? Vit hava ikki hoyrt nakað frá borgarstjóranum persónliga, men tað hevur helst ávirkað, at brøv eru send, og vit taka tað, vit fáa, sigur Rógvi á Rógvu.