Tónleikarar aftur á veg

So eru musikskúlanæmingar aftur til reiðar at bjóða føroyingum inn til tónleik. Sunnudagin verður fyrsta konsertin í røðini í ár.

 

Tónleikarar á veg er eitt afturvendandi tiltak, har næmingar í musikskúlanum bjóða inn til tónleik av ymsum slag. Her er høvi at hoyra ungir spírandi tónleikarar, sum taka sær eina tónleika útbúgving á Musikskúlanum.

 

Konsertirnar hava altíð verið sera væl umtóktar, og geva tær eitt innlit í hvat Musikskúlin tekst við, og hvussu næmingarnir har menna seg.

 

Sunnudagin klokkan 16.00 verður fyrsta rútmiska konsertin frá Musikskúlanum í Norðurlandahúsinum. Síðani verður ein klassisk konsert 10. mars klokkan 16.00 og ein cross over konsert tann 12. mai klokkan 16.00.

 

Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum greiða umboð frá Musikskúlanum soleiðis frá konsertini, sum verður sunnudagin.

 

-Spennandi rútmiskt konsert við miðnámskúlanæmingum. Næmingarnir hava havt eitt samanspæls-projekt í heyst, sum nú skal framførast. Næmingarnir eru bæði á 1., 2. og 3. árið. Repertoire er breitt, og bjóðar uppá Funk, Rock blandað við Jazz.

 

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

 

Myndina eigur Norðurlandahúsið.