Vegna ov lítla undirtøku, er tónleikakappingin, sum skuldi verða í í Húsinum í Klaksvík í kvøld, útsett til komandi fríggjadag 2. mai. Fyrireikarinir vóna, at fleri bólkar koma undan kavi og tekna seg til kappingina.
Tvær kappingar verða; ein fyri børn og ein fyri ung.
Vinnararnir í hvørjum aldursbólki sleppa at spæla til stóra tiltakið í Badmintonhøllini 3. mai, sum gongur undir heitinum Straight Parade. Umframt tað, so sleppa vinnararnir eisini til Vestmanna í ungdomshúsið ´Staðið´ at taka eitt lag upp.
Bólkar kunnu tekna seg við at venda sær til eitt av starvsfólkunum í Húsinum