Í kvøld kl. 19:00 bjóðaðu Betesdakórið, Vitin, 17 Sangarar, Suð og Døgg til tónleikacafé í Skúlanum við Ósánna. Og sum ikki einaferð, so var meir enn fullsett í sera hugnaligu miðhøllini í Skúlanum við Ósánna.
Leiðarin av 17 Sangarum, Jógvan við Keldu beyð Annlis Bjarkhamar at koma upp at taka ímóti einum kekki á 10.000 krónur, sum var stuðulin til tiltakið »Í menniskjum góður tokki«, ið kórið hevði sett sær fyri at lata peningin til. Hetta børnum at frama í Føroyum, ið liva í trongum fíggjarligum korum.
Kvøldið var skipað sum Tónleikacafé og eisini var innsavnan til »Í menniskjum góður tokki«. Tónleikacaféin var ókeypis, men til bar at stuðla við at keypa brendar mandlur, smákøkur, heimagjørd bomm og hugnaligt jólaprýði.
Møguleiki var eisini at geva jólagávu í eskjur, sum vóru settar fram til endamálið. Og tá ið høllin var meir enn fullsett, so man ivaleyst »fara at drippa á deknin« til gleði fyri fleiri børn á jólum.
Listakvinnurnar Lydia Petersen, Dagny Tróndheim og Astrid Mouritsen høvdu eisini eina listaframsýning. Av tí, sum selt varð, fór partur til »Í menniskjum góður tokki«.
Annlis Bjarkhamar og umboðskvinna hennara í Klaksvík Tóra við Keldu vegna tiltakið »Í menniskjum góður tokki« fingu tøkk og góð ynskir við á vegnum frá fjøldini, sum var komin saman til hetta frálíka, skilagóða og hugnaliga tiltakið í Skúlanum við Ósánna.
Orð og mynd: Dávur Winther