Tónleikakafé í Føroyahúsinum

9. november klokkan 20.00 skipar Kristnastova fyri tónleikakafé í Føroyahúsinum.

Fleiri av teimum, ið javnan hava teirra gongd í Kristnastovu fara hetta kvøldið at geva eina avslappaða konsert við sangum, tey sjálvi hava gjørt og coverløgum.

Ein nýggjur bólkur fer at framføra 5 sangir. Petur Háberg fer at framføra sangir hjá sær sjálvum. Jenny Old og Ólavur J. Hansen fara at framføra sangir, ið teimum dámar.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hugna sær í Føroyahúsinum hetta kvøldið.

Meir er at frætta á www.kristnastova.dk