Tónleikaframførslur á G!

Teksturin, sum vit prenta á niðanfyri, er við loyvi tikin av heimasíðuni hjá G! Festivalinum. Víst verður annars til heimasíðuna hjá G!

G!Festivalur

Synarchy: Meira melodiskt metal

Ummælarar hava róst föroyska metal-bólkinum nógv, eftir at fyrsta flögan kom út fyrr í ár. Millum annað gevur Rhys Stevenson úr Terrorizer nýggju flöguni 10 út av 10 og sigur, at bólkurin spælir break-your-neck trash metal og er besti nýggi bólkurin innan trash metal sjangruna í ár. Umframt hetta, sigur Rhys Stevenson, at Synarchy er eitt “metal band that certainly is predicted to cause a storm in Europe..”
Synarchy var í mai á konsertferð kring Evropa, har fjepparar úr bæði Týsklandi, Póllandi, Kekkia, Slovenia og Eysturríki fingu hövið at hoyra föroyska bólkin framföra lög saman við brasilianska bólkinum “Musica Diablo” við kenda sangaranum Derric Green á odda.
...

Lucy Love (DK)

Umvegis Zambia, London og Keypmannahavn kemur rappsensatiónin Lucy Love á G!
Pápi hennara var diskari, hon gongur í neonlittum hijab, og tað er hennara vegna, at stórur partur av donsku tónleikavinnuni er á gosi.
Lucy Siame, sum hon veruliga eitur, varð fødd í Zambia, haðani pápi hennara er, meðan mamman er breti.
Men Lucy er fyri tað mesta uppvaksin í Danmark. Hendan altjóða bakgrund er opinlýs, bæði í hennara tónleiki og hennara tokka.
Eftir bert stutta tíð og eina fløgu, “Superbillion”, hevur Lucy longu lagt danskan tónleik allan undir seg, og hon er væl á veg út um landoddarnar.
...

Annika Hoydal fær fólk at syngja við

Tað er vorðið siðvenja við felagssangi leygarkvöldið á G! og í ár hava fyriskipararnir fingið Anniku Hoydal og hennara vælsvingandi harkalið av fólkatónleikarum at skapa stemning, hugna og felagssang.
...

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

Hvaðani úr Föroyum skuldi eitt Bluesorkestur komið - uttan júst úr Froðba í Suðuroy?
Bluesurin varð upprunaliga mentur í amerikansku suðurstatunum, millum fátækar og ólukkuligar fyrrverandi trælir. Hjá teimum bar hvørki til at halda fast við arbeiði ella konufólkið. Tað einasta, teir kundu gera, var at taka ein slitnan gittara í hendi og syngja sorgina út.
Froðbiar sóknar bluesorkestur hava slitið tuflurnar við at spæla bæði í pubbini hjá Thomsen og á Jóansøkufestivalinum 2009.
...


Bárujarn (IS)

Íslendski surf-rockbólkurin, Bárujarn, vann Cod Wars kappingina, sum er största tónleikakappingin í Íslandi við yvir 100 luttakandi bólkum.
Jón Tyril frá G! var sjálvur ein av dómarunum í kappingini, har ein av vinningunum var at sleppa á G! at spæla.
Bárujárn varð stovnaður í 2008 í Reykjavík. Bárujárn spæla surf-íblástan rock n' roll við íslendskum tekstum. Fyrsta plátan hjá bólkinum kemur eftir ætlan út í heyst í ár.
...

Týr

Knýttir nevar, veipandi heavy metal-tekin og sveittandi yvirkroppar, antin berir ella brynjuklæddir. Veðrabrölandi mannfólk og skríggjandi rokkgellur. Vápnagný og guitargníst.
Vit tosa um helst kendasta föroyska bólkin uttanlands yvirhövur, TÝR, sum fer at spæla á G!
Tú fært hug at flota knörrin, taka ár í hond, spenna tær bogan og hvessa tær svörðið. Úttrykkið hjá Týr er rátt og frumkent og skrykkir í fornmennið í okkum, uttan mun til, um vit búgva í Föroyum, Týsklandi ella USA.
...

KILL EM ALL jarðleggur dansifólk

Kill Em All byrjaði í 2003 og vaks uppá onga tíð til eitt risastórt klubb-event, sum í dag bookar ein stóran part av öllum framförslunum í Fabric í London.
Fabric er ein av kulastu undirgrunds-klubbunum í heiminum, sum hevur fostrað eitt ótal av stórum növnum. Harímillum Bloc Party, Simian Mobile Disco, Justice, Chemical Brothers og Digitalism, ið öll hava diskað regluliga seinastu árini í Room 2 í Fabric, sum er fasta staðið hjá Kill Em All hvört fríggjakvöld.
...

Afenginn (DK)

Við högum tempo og undarligum hugskotum hevur danskt-finski bólkurin Afenginn fingið orð á seg, sum ein heilt framúrskarandi livebólkur.
Afenginn merkir rúsur og styrki, og vörumerkið hjá bólkinum er originalitetur og intensitetur - frá skroypiligum pianissimo til vill og brölandi petti.
Heimabrendi og serligi stílurin er onkuntíð blivin kallaður bastard-etno við einum suffi av norðurlendskum sorgblídni og einum dismi av glaðari svakligheit.
Í Föroyum kenna vit væl Afenginn. Teir hövdu eina framúrskarandi orkuríka framförslu á G! 2005 og vunnu sær ein hóp av fjepparum.
...

Afrokid

26 ára gamli Afrokid, eisini kendur sum Mike Antony ella Billy The Kid, byrjaði at diska tíðliga í 2008, tá hann bleiv skotin í klubb-mentanini í Keypmannahavn.
Afrokid ger nógv um seg og hevur nýliga hitað upp fyri donsku Fagget Fairys og svensku Robyn og verið við í ”DJ Spot” táttinum hjá stóra tónleikablaðnum Soundvenue. Hann arbeiðir sum promotari hjá spælistaðnum VEGA og skipar eisini sjálvur fyri væl umtóktum klubb-eventum í Keypmannahavn.
...

Nephew (DK)

Fáir danskir bólkar eru so konsekvent kulir sum Nephew, og uppaftur færri eru so væl umtóktir millum føroyskar fjepparar. Hvørt ár síðani 2007, tá ið teir spældu á G! seinast, hava grátikór gramt og venað seg um Nephew-leysar G!-skráir.
Men grátikór, turkið tárini og grátið ei meir! Nú stendur gleði og veitslurómur fyri framman.
Hvar hava Nephew verið síðan seinast, teir spældu á G!? Jú, teir góvu eina nýggja fløgu út seinasta summar, sum teir róptu “DanmarkDenmark”. Fløgan seldi innan stutta tíð platin. Teir hava síðani vunnið bæði Gaffa-virðislønina fyri bestu donsku fløgu, besta danska bólk og besta sang við “007 Is Also Gonna Die” og P3 Gull-virðislønina fyri sera viðkomandi konsertframførslur.
...

MonkeyRat (Can/FO)

MonkeyRat fer at spæla á G! Tey bæði Arnold Ludvig og Anna lachino manna hendan funky, rock, jazz-inspireraða og bólkin, sum seinastu vikurnar hevur staðið seg væl á føroyska hitt-listanum við heitislagnum av fløgu teirra “Fuck The Jantelaw” og “Sex in Wonderful Copenhagen”.
Duo’in livir eisini saman sum hjún og hevur síðan 2006 mannað MonkeyRat, hvørs grundarlag er bygt á yrkingar og songrøddina hjá Anna Iachino, meðan Arnold Ludvig hevur lagt ymiskar tónleikaligar samansetingar av yrkingunum til rættis.
Vit kenna væl Arnold sum framúr dugnaliga bassleikaran, eitt nú í Föstufressum, Plúmm og GoGo Blues.
...

Guðrið Hansdóttir

Tað sigst, at reyðhærdar kvinnur eru eitt sindur svakari enn meðal kvinnan. Men skulu vit meta eftir Guðrið Hansdóttir, so er hetta ikki minni enn kolasvört lygn. Hennara sáttligi og kurteisligi vaksnamannapoppur hevur vunnið henni meira enn landsvíðan tokka, og á G! Festival fegnast vit um heiðurin at bjóða henni á pall í ár
Guðrið Hansdóttir man ikki nýtast tað stóra av presentatión fyri föroyingum. Hon er millum fremstu növn á föroyska tónleikapallinum í lötuni.
...

Djuna Barnes (DK)

Um Trentemöller er danski DJ-kongurin, er Djuna Barnes drotningin! Hon hevur diskað í bestu barrunum og klubbunum í Tokyo, New York, Berlin, París, London, Reykjavík, Barcelona og Danmark, og nú kemur hon á G! Festival at spreingja ósjónliga takið á ”grundini”.
Djuna Barnes ognaði sær sítt listanavn frá yndis-rithövundanum hjá sær um ártúsundskiftið og hevur síðan tá verið eitt av heitastu DJ-növnunum í Danmark.
...

Visuell list í grundini

Fyri fyrstu ferð í söguni bjóðar G! visuella list live, ið verður framförd í ”grundini” öll trý festivalkvöldini av VJ MM og VIDEOJUNKIES.

VJ'ing er stytting fyri VideoJockey – ein, sum skapar eitt visuelt huglag við teldum og projektörum. Hugskotið aftan fyri VJ'ing er at samantvinna myndir og tónleik, soleiðis at alt gongur upp í eina hægri eind.
Marianna Mörköre eitur hon og er ein tann - um ikki tann - mest viðurkenda filmslistakvinnan í Föroyum. Umframt at hava arbeitt við víðagitnum móta-sniðgevum í London og Antwerp hevur hon móttikið fleiri altjóða virðislönir fyri sína spennandi filmslist.
...


VIDEOJUNKIES

Hetta eru Bárður Eklund og Ditte M. Joensen.
Bárður er ein av best umtóktu fotografunum í landinum og hevur nógvar royndir innan myndatöku, videoupptökur og grafikk. Ditte er útbúgvin miðlagrafikari og starvast sum sniðgevi og fotograf. Saman skapa tey eitt sterkt myndamál, sum ger framförslurnar hjá teimum til eitt heilt serligt upplivilsi.
Á G! fara VIDEOJUNKIES at seta saman myndir, illustratiónir, video og design uppá ein heilt nýggjan máta, sum föroyingar neyvan hava upplivað fyrr.
...

Bumpy (DK)

Bumpy er ein kendur diskari og tiltaks-fyriskipari í Keypmannahavn. Hann hevur spælt á millum annað Roskilde Festivalinum, Distortion Festivalinum, Rust, Pumpehuset, Vega, Ritz og Ström, men er nokk mest kendur frá super populera hósdags-klubbanum Villains Club í Rust, har hann er fastur DJ.
Áhoyrarar kunnu vænta eina glögt útvalda blanding av elektro, disco, tekno, house og balkan tónleiki, tá hann fer á pall hóskvöldið í ”grundini” saman við WeAreSkitzo.
...

WeAreSkitzo (DK)

WeAreSkitzo hevur verið partur av náttarlívinum í Keypmannahavn síðan 2008 við einum stíli, sum skiftir millum tekno, fidget, dubstep, disko, corny classix og nógv annað.

Endamálið er tó altíð tað sama; at gera eina so ógvusliga veitslu, at mann skuldi trúð, at eingin morgindagur var!
...

Copyflex (DK)

Copyflex föddist, tá hesin ungi maður og bólkur hansara skuldu spæla eina live konsert í 2005, og öll útgerðin hjá teimum brádliga breyt saman. Tá var liðugt við ófantaligum ljóðförum; diskingin var einasta svarið.
Síðani 2005 hevur Copyflex staðið á palli saman við kendum tónleikarum og diskarum sum Trentemöller, Camille Jones, Jens Fokking, Diplo og mongum öðrum.
Hóskvöldið fer hann á pallin í ”grundini” saman við Afrokid at vísa okkum, júst hví hann fór frá live tónleikinum og yvir til at diska.
...

Páll Finnur Páll

Argandi og fúlir, men við fittum og íoyrafallandi lögum, finna Páll Finnur Páll pall á G!
Summi gerast glað, summi óð, men flestöll blíva rivin við av fangandi popplögunum hjá bólkinum. Hóast summi bæði ötast og ösast av tekstunum, so hevur Páll Finnur Páll megnað at fáa fólk at síggja skemtið í tí tragiska og andstyggiliga, sum teir syngja um í popputum og fittum lögum.
Páll Finnur Páll er seinastu árini farin frá at vera eitt meinaleyst studentaorkestur til at gerast kanska best dámdi föroyski bólkur í teirra ættarliði.
...

Moto Boy (SE)

Einsamallur á pallinum við einum heavy-metalsligum V-gittara og alt ov væl smurdum andliti ger Moto Boy uppreistur. Ikki við at rópa og skrála. Men við at skapa og framföra sera vakran tónleik ordiliga friðarliga. So friðarliga og vakurt, at tú verður sogin inn í tónleikin.
Tónleikurin hjá Moto Boy er skammleyst romantiskur, djúpt andaligur og fullkomiliga bergtakandi.
...

Polkabjørn & Kleine Heine

Úr Romsdalinum í Noregi, umvegis Alpurnar í Sveits, kemur fremsta jodli-duoin í Evropa, Polkabjørn & Kleine Heine.
Eftir at hava spælt í ávíkavist punkbólkinum The Barfing Bitch and the Hurling Hookers from Hell og jazzharkaliðinum hjá Ola Kvernberg, byrjaðu Polkabjørn og Kleine Heine alment at jodla saman á einum jodlifestivali í Alpunum.
Síðani tá hava teir spælt fyri bæði kongi og öskudólgi.
...

FM Belfast (IS)

Tað sigst, at öll í Klaksvík elska Bon Jovi, og at öll í Götu elska U2. U2 eru, sum vera mann, úr Dublin. Dublin er hövðusstaðurin í Írlandi, meðan Belfast er hövuðsstaður í Norðurírlandi.
FM Belfast er ein tann allar best umtókti og mest umbidni íslendski bólkurin í lötuni. Bólkurin spælir electroniskan, naivan og skemtilligan tónleik, sum ljóðar sjarmerandi heimagjördur.
FM Belfast byrjaði sum ein duo um jóltíðir í 2005, tá Árni og Lóa gjördu eitt lag sum eina gávu til ein av teirra vinum.
Tað, sum upprunaliga var eitt studioting, gjördist síðani ein bólkur á sumri í 2006, tá Árni og Lóa framfördu til eina listasýning í gjónni við Gjógv.
Bólkurin hevur síðani vunnið sær stöðu sum ein av fremstu bólkunum í Íslandi.
...
Hamferð (FO)

Vinnarin av Sement-kappingini, Hamferð, verður at hoyra á G!

...

Hallur Joensen

Ráðandi countrykongurin í Föroyum í lötuni er Hallur Joensen. Hallur spælir á G! Festival, og tað merkir, at fólk fara at svinga til kendar tónar.
Tað er ikki bara í Føroyum, at fjepparar fylkjast um Hall. Eisini hava útvarpsstöðir bæði í Japan og ymsastaðni í Evropa valt at seta lög og útsetingar hjá ráðandi föroyska countrykonginum í umfar.
G! Áhoyrarar kunnu gleða seg til ektaðan og hjartaligan country-sang, sum hevur bæði beinini plantað væl á jörðina og sum samstundis svingar, so tað ikki ber til at standa ella sita stillur.
...

Analog Norð

Hóast Analog Norð er ein bólkur, so er fløgan "Friendly Fire" barnið hjá runavíkinginum, Jan Rasmussen.
Einsamallur sat Jan Rasmussen í samfull tvey ár frammanfyri telduni og arbeiddi nátt og dag uppá tað, sum seinni skuldi gerast ein heilskapað útgáva við 12 løgum.
Við hjálp frá vinmanninum Kristoffer Mørkøre, ið ljóðblandaði løgini og legði ymiskt annað aftrat, gjørdist "Friendly Fire" veruleiki seint á heysti 2009 og var í sølubúðunum í desember mánaði.
Fløgan er róst til skýggja, og løg av henni eru nógv at hoyra í føroysku útvarpsrásunum, serliga "China Girl", "The High Road" og "Old School".
Eftir at "Friendly Fire" varð útgivin, savnaðu Jan og Kristoffer fólk til bólkin Analog Norð, ið skuldi framføra løgini live.
...


FRÓDI & The Pink Slips

FRÓDI & The Pink Slips kallast nýggi bólkurin hjá Fróða Hansen, sum gevur eina spildurnýggja EP út á sjálvum G! festivalinum.
Fróði gav annars sína fyrstu flögu "Creeping Storm" út farna summar og hevur síðani verið sera virkin sum tónleikari síðani, serliga í Keypmannahavn, har hann býr í lötuni. Hann er annars beiggi Guðrið Hansdóttir, ið eisini spælir á G!
...

Sakaris fyri fyrstu ferð live – á G!

Eftir at hava verið partur av bólkum sum Lama Sea, HEIÐRIK, Guðrið Hansdóttir, The Story Ends og Boys in a Band hevur 23 ára gamli Sakaris Emil Joensen nú ment sína egnu elektro-verkætlan, SAKARIS, sum fer at framföra live fyri fyrstu ferð nakrantíð í ”grundini” á G!
Fyri stuttum gav SAKARIS út ókeypis netútgávuna “Darling EP” við MESS. Lagið “In a Box” gjördist beinanvegin stóra sólskinshittið í loftmiðlunum hetta summarið og verður nú at hoyra live fyri fyrstu ferð leygarkvöldið.
...

Brandur Enni

Eitt tónleikaligt flogvit og eitt einastandandi natúrtalent.
Vit tosa um sangaran, tónleikaran og lagskrivaran Brand við eftirnavninum Enni.
Brandur Enni er harafturat eisini eitt eindömi á föroyska tónleikapallinum, har hann var fyrsta veruliga poppfyribrigdið, ið er skapað í Föroyum.
Hann byrjaði at syngja longu sum tvey ára gamal, gav sína fyrstu plátu út, tá hann var 12 ár og gjördist beinanvegin eitt húsarhaldsnavn, bæði í Föroyum og Íslandi.
Í dag er barnastjörnu-tilveran ein fjar fortíð.
Brandur Enni hevur væl og virðiliga vindblást seinasta barnastjörnu-dúnið av sær og stendur tryggur á egnum listarligum beinum.
...

Lyon (FO)

Ungi götumaðurin Lyon kom brakandi inn á föroyska tónleikapallin fyri fáum vikum síðani, tá hann við eini bergtakandi framförslu kom víðari í Sement finaluna og har vann sær eitt pláss á palli á G! Festivalinum 2010.
Við gittara, klaveri, ronkum ryggi og væl sitandi hatti borðreiðir Lyon við mest karismatisku framförslunum, tú kanst ímynda tær. Sangskrivarastílurin hevur eina heldur ótraditionella ljóðmynd, serliga í föroyskum höpi, og leggur hann seg yvir í Tom Waits sjangruna við einari kenslu av Jeff Buckley.
...

Arch Enemy (SE)

Svenski bólkurin Arch Enemy er uttan iva størsta metalnavn, sum hevur verið á G!. Bólkurin hevur eina heilt serliga støðu innan metaltónleikin. Fyri tað fyrsta eru tey kend sum ein av best spælandi metal-livebólkunum, fyri tað næsta munnu teir báðir øksabrýnandi Amott-brøðurnir verða mettir millum fremstu metal guitaristarnir, eins og Sharlee D'Angelo og Daniel Erlandsson eisini eru legendariskir á tungmálms-pallinum.
Men tað sum eygu og oyru festa seg við fyrst er also Angela Gossow, ið sær út, sum er hon tikin úr eini norrønari gudasøgu, brotin úr gløðandi málmi, brúsandi sum brim og strálandi sum sólin á hægsta summari.
...

Eivör Pálsdóttir

Öll elska Eivør. Vit hava fylgt henni upp á tindar og ígjögnum dalar.
Tað hevur glett tjóðina at síggja, hvussu væl tað hevur gingist henni uttanlands, har hon hevur sópað heiðurslönir og lovorð inn frá bæði högru og vinstru.
Næstan á hvörjum ári hava vit sæð menningina og kunna gleðst við henni, meðan hon hevur borið fram tað besta hon hevur átt.
Vit minnast hana heilt afturi frá Clickhaze-dögunum, ið enn standa sum ein varði fyri föroyskan tónleik og sum settu gongd á eina menning, sum er í besta blóma.
...

The Ghost

Mangt gátu- og dularfult finst ímillum himmal og jörð. Men hóast bólkanavnið, The Ghost, kundi bent á eina tilveru í tí dulda, so kávast og goymast avrikini hjá teimum báðum, Filipi og Urbanusi í The Ghost, ikki.
Teir hava arbeitt sum úlvar á skóg, nátt og dag, dult og opið, hesi seinastu árini fyri at fáa fótin fastan sum bólkur í og uttan fyri Föroyar.