Tónleikafelagið flutti fundin

Ætlaði aðalfundurin, sum Suðuroyar Tónleikafelag skuldi hava í Pakkhúsi 4 sunnudagin, er fluttur til síðst í januar. Ov fá møttu á fundinum sunnukvøldið í Pakkhús 4 á Tvøroyri, men tey, ið møttu, komu til ta niðurstøðu, at tíðin undan jólum óivað ikki er rætta tíðin at savna fólk, og fluttu tí fundin til síðst í januar.

Ætlandi verður útsetti aðalfundurin í Suðuroyar Tónleikafelag 30. januar klokkan 15.00 í Stóra Pakkhúsi í Vági, men nærri frættist óivað um hetta seinni.