Tóra við Keldu úr Klaksvík er aftur millum tey, sum standa fyri tiltøkum, sum skulu savna pening inn til "Í menniskjum góður tokki".
Í ár ætlar Tóra við Keldu at verða tíðliga úti við einum tiltaki, og skipar hon fyri einari tónleikacafé í hugnaligu hølunum á bakarínum hjá Jórun í Klaksvík.
Tónleikacaféin byrjar í kvøld klokkan 19.
Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Tóru við Keldu, har hon greiðir frá tí vælgerandi tiltakinum fyri "Í menniskjum góður tokki"