Tónleikabólkurin Plúmm - tvær konsertir í vikuni

Nú er aftur plúmm í Plúmm. Eftir mong ár í tøgn er bólkurin nú aftur virkin og nakrar framførslur eru á skránni hesa vikuna, har ein av bestu og mest saknaðu bólkum séinnu árini aftur fer at vísa sínar dygdir

 
Ein stórhending innan føroyskan tónleik er á skránni hesa vikuna. Púmm kemur saman aftur og fer á pall. Tað gera teir 3 ferðir hesa vikuna. Teir hugna sær á palli í Havn mikukvøldið og um vikuskiftið fara teir á pall í Fuglafirði og í Havn.
 
Bólkurin er óivað ein teirra, ið eigur ein nógv vitjaðan varða í føroyska tónleikalandslagnum, tá minnini eru á ferð.
 
Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivi:
 
Vit tosa um 4 garvaðar yrkistónleikarar, sum elska at spæla saman, og tað er júst spæligleðin og vinarlagið millum hesar, sum fangar og bertekur. Teir svinga so væl, at áhoyrarafjøldin alt fyri eitt verður drigin inn í teirra kraftmikla tónleikaheim fullur av feitum rútmum og hugvekjandi tónasamansetingum.
 
Kjarnan í bólkinum er: Leivur Thomsen ? guitar, Rógvi á Rógvu ? trummur, Arnold Ludvig ? bass og Magnus Johannesen ? keyboard. Aðrir tónleikarar hava eisini spælt við Plúmm ? Finnur Hansen, James Olsen, Holger Lauman og Terji Rasmussen fyri at nevna nakrar. Fyribrigdið Plúmm fevndi næstan um eitt heilt tónleikaraumhvørvi, tá teir vóru í hæddini.
 
Bólkurin varð stovnaður einaferð miðskeiðis í áttatiárunum, tá teir vóru sera virknir bæði Føroyum og úti í heimi. Men somu tónleikarar høvdu spælt saman í fleiri ár frammanundan.
 
Ein amatørtónleikarakapping, sum varð hildin í SMS í 1981, var á mangan hátt byrjanin til alt. Bólkurin Playboys vann hesa kapping, og Playboys var mannaður av somu tónleikarum, sum seinni kallaðu seg Plúmm.Teir vóru bert 11 ? 13 ára gamlir tá, og James var sangari í bólkinum.
 
Um tað var lagnan ella tilvildin sum gjørdi, at hesir smádreingirnir hittust, og byrjaðu at spæla tónleik, skal ikki verða spátt um her, men tónleikurin og vinarlagið hevði so stóran týdning fyri plúmmararnar, at teir allir eru tónleikarar burturav í dag.
 
Fram til miðskeiðis í 80´unum spældu rútmisku bólkarnir í Føroyum so at siga bert popp, rock og country, men Plúmm brutu fullkomiliga upp úr nýggjum við latínamerikanskum rútmum, melodiøsum samba og lætt svingandi funk og jazztónleiki. Teir gjørdu við øðrum orðum hugtakið fusiónstónleik livandi í Føroyum, og lyftu støðið á føroyska tónleikapallinum munandi.
 
Fusión er júst tað, ið er vørumerkið hjá Plúmm ? elegant sameining av øllum slagi av tónleiki - bara talan er um góðan tónleik sum svingar, siga teir sjálvir. Bestir eru teir, tá teir improvisera, og lata hýrin og tað sum fyri er mynda framførðsluna. Teir hava sín egna nýskapandi, djarva, lætta og freka stíl, ið var og framvegis er eindømi í føroyskari tónleikasøgu. Inspiratiónin er alt frá TOTO til Genisis, frá Steely Dan til Weather Repport. Framførðslurnar hjá Plúmm kunnu verða so innarligar og djúpar, at kenslur og tankar alt fyri eitt lætta sær á hjá áhoyrarunum. Men Plúmm kunnu eisini spæla hart, rættiliga hart. Tað stuttliga er, at teir kortini ongantíð larma.
 
Navnið ?Plúmm? er serligt og herligt. Orðið er ikki nevnt í føroyskum orðabókum, men har býr ein kensla aftanfyri. Siga vit t.d., at tað var ?ordiligt plúmm í einum balli?, vita vit, at tað var festligt, stuttligt og litríkt. Plúmmararnir siga annars at teir, tá teir vóru smádreingir, brúktu orðið plúmm um eina motorsúkklu, sum fór upp á bakhjólini, og tá teir fóru á súkklurnar at gera roysni, so plúmmaðu teir.
 
Í byrjanini stavaðu teir seg ?Plym? á donskum. Orsøkina til at navnið fekk føroyskan búna ? Plúmm við ú ? eigur útvarpsmaðurin Ívar Ivaresen, sum hevur stóran kunnleika til føroyska málið.
 
Einaferð teir skuldu spæla, høvdu teir sent eina lýsing til Útvarp Føroya, har teir høvdu stavað navnið á bólkinum ?Plym?. Ívar las: ?Dansur verður í kvøld?...drálaði eina løtu, og helt áfram...?PLIIIM spæla? ? sjálvsagt rætti mátin at bera hesar 4 bókstavir málsliga fram á føroyskum. Tað var ikki PLIIIM, ætlanin var at eita, so teir vóru skjótir at broyta stavsetingina, so teir eftir hetta stavaðu seg ?Plúmm?.
 
Allir tónleikararnir í Plúmm eru sera virknir innan tónleik í dag. Teir spæla hvør sær í ymiskum tónleikabólkum, geva út tónleik, undirvísa, virka sum studietónleikarar og luttaka í alskins tónleikatiltøkum. Orsøkin til at teir ikki hava spælt so nógv saman seinnu árini, er fyrst og fremst tí at Leivur er bústaddur í Keypmannahavn, meðan hinir búgva í Føroyum.
 
Men nú verður høvi aftur at hoyra hesar garvaðu rotturnar spæla í Føroyum. Skipað verður fyri tveimum konsertum við Plúmm í Føroyum hesa vikuna. Fyrra konsetin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 15. okt. Kl. 22.00, og seinna konsertin verður í Havnar Klubba leygarkvøldið 16. okt. somuleiðis kl. 22.00. Atgongumerki á 100,- kr. fáast við dyrnar frammanundan báðum tiltøkunum.
 
Harafturat verður skipað fyri einum serligum jammkvøldi við Plúmm á Manhattan mikukvøldið 13. okt. Kl. 21.30.