Konsertferð
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað er tónleikur á høgum støði, ið verður á skránni, tá danska trioin trio Gáman byrjar konsertferð í Føroyum í kvøld á Sandi.
Elligamalt og spildurnýtt
Á konsertini fer trio Gáman at spæla fólkatónleik og heilt nýskrivað tónlistaverk úr Føroyum, Noreg, Danmark, Íslandi og Grønlandi.
Føroyski parturin av framførsluni ferð millum annað at umfata tónleik eftir Sunleif Rasmussen umframt ymisk kvæðaløg.
Trio Gáman er sett saman av teimum trimum tónleikaúrmælingunum Andreas Borregaard á akkordeon, Runa Tonsgaard Sørensen á violin og Bolette Roed á blokkfloytu.
Øll trý hava tey vunnið fleiri heiðurslønir sum klassiskar tónleikarar.
Konsertrøðin hjá trio Gáman í Føroyum sær soleiðis út:
Listasavnið á Sandi:
mikudagin 27. august kl. 20.00
Seglloftið á Tvøroyri:
fríggjadagin 29. august kl. 17.30
Klingran í Norðurlandahúsinum:
leygardagin 30. august kl. 19.30
KASSI
Konsertskrá vi trio Gáman:
”Elst og yngst – fólkatónleikur og nýskrivað norðurlendsk tónlistaverk”
Dansk traditionel, 2 polonesir
Rune Glerup (f. 1981) Objets/décalages (2008)
Sunleif Rasmussen (f. 1961), Accvire
Føroysk traditionel, Regin Smiðjur,
Ormurin Langi
Henrik Hellstenius (f. 1963), In the Belly of a Dancer (2008)
Norsk traditionel, 2 dansir
Steðgur
Íslendsk traditionel, 1 sangur
Atli Ingolfson (f. 1962), Forgotten Step (2008)
Islandsk traditionel, 1 sangur
Aviaja Lumholdt (f. 1968), Bølger (2006) arr. Gáman
Grønlendsk traditionel 2 sangir
Svensk traditionel, Senpolskan
Fredrik Österling (f. 1966), Scenes (2008)
I. Small words for a little baby
II. Who calls so loud?
III. Revisiting landscapes
Svensk traditionel, Stenselepolskan
Mynd:
Tónleikatrioin Gáman er í løtuni á konsertferð í Føroyum, har tey framføra elligamlan og spildurnýggjan norðurlendskan tónleik