Skipað varð fyri heiðurskonsert í sambandi við handanina av heiðursmerkjunum. Teir tólv vinnararnir spældu og vístu síni kynstur. Hetta var ein flokkur av ómetaliga gávuríkum ungum og børnum, og tónleikurin, tey spældu, fevndi frá fittum klassiskum verkum til tann myrka og næstan vandamikla Rachmaninov og víðari til stuttliga lagið »Something stupid« til Webersa Duo Concertanta.
Kvøldið var hugnaligt, og tey ungu góvu áhoyrarunum frálíkar tónlistarligar upplivingar. Hetta vísti tað stóra tónlistarliga gávuríkidømið, vit eiga her á klettunum. Tvær fyrstu virðislønir, seks aðru virðislønir og fýra triðju virðislønir, er ómetaliga væl klára í hesi stóru tónleikakapping. Á konsertini vórðu heiðursmerkini handaði, og tey ungu fingu blómir.
Vanliga verða heiðursmerkini handaði á stórari heiðurskonsert í Radio Konsertsalinum hjá Danmarks Radio, men føroysku luttakararnir kunnu ikki luttaka, tí teir eru í Føroyum. Tí varð skipað fyri hesi konsert í Miðlahúsinum. Bo Isholm leiðari á Musikkskúlanum helt, at hóast hølini ikki vóru líka stór, sum Radio konsertsaluirn so vóru tey væl hugnaligari.
Bo Isholm greiddi frá, at kappingin hjá Berlingske Tidende ikki snúði seg um at vinna, men eisini um at gera framstig. Dómararnir tóku eisini atlit fyri alduri og fyri, hvussu støðið á frálæruni var. Hann greiddi frá, at túrurin í Danmark hevði verið avbera góður. Tey høvdu millum annað vitjað Kongaliga Tónleika Konservatoriið, og vóru sloppin at lýða á frálæruna, soleiðis at tey ungu fingu innlit í, hvat konservatoriið er.
Umframt kapping og vitjanir, so spældu næmingarnir konsert í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og tann konsertin gekk væl.
Hóskvøldið spældu nøkur av teimum ungu sama stykkið, sum tey vunnu við, meðan nøkur royndu onnur stykki










