Teim komandi tveimum Rokkstovunum fer Rokkstovan at hyggja aftur á brátt farna tónleikaárið. Fyrri partur verður í kvøld kl 19.15, og seinni partur verður í teirri komandi Rokkstovuni.
Í kvøld verður hugt at fyrra helmingi av 2008, tvs. útgávum, ið eru komnar út í tíðarskeiðnum januar-mai 2008.
Nøvnini, ið vit fara at hoyra, verða Black Mountain, Vampire Weekend, Atlas Sound, The Mae Shi, Teitur, MGMT, Nick Cave & The Bad Seeds, M83, The Black Angels, Portishead, Nine Inch Nails, Spiritualized og King´s X.
Sendingin næstu ferð verður við denti á seinna helming av 2008, og tá kemur ein spennandi gestur eftir ætlan á gátt.
Rokkstovan í kvøld, hóskvøld kl 19.15.