Tónleika- og hugnakvøld

Stóra Pakkhús í Vági hevur fleiri tiltøk á skránni í næstum og leygarkvøldið er hugnakvøld við ábiti, har Adlibidum, Robert McBinie og Jógvan Dahl undirhalda

Leygarkvøldið 1. mai er tónleika- og hugankvøld við ábiti í Stóra Pakkhúsi 
Á skránni er fyrtsafloks tónleikur og undirhald og eru tað kend nøvn, sum í stóran mun hava tilknýti til Vág, ið taka lut. Á pall fara tilAdlibidum, Robert McBirnie og Jógvan Dahl.
 Aftaná verður almennur dansur í Pakkhúsinum.
 
Atgongumerki kunnu keyast í Kunningarstovuni í Vági og tað ræður um at skunda sær, tí tað er avmarkað atgongd. Byrjað verður kl. 21 - húsið letur upp kl. 20.30.