Tínduttan úr heimi

    

Dreymakvinnan

Næsta ár fer fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, frá sum leiðari í heimsheilsustovninum WHO, men henni nýtist ikki at stúra fyri, at hon verður arbeiðsleys.

Tvørturímóti bendir alt á, at tað verða fleiri, sum fegin vilja hava fatur á læknanum og sosialdemokratiska stjórnarleiðaranum. Víst verður á, at hon hevur allar fyritreytir fyri at sita í nevndum og leiðslum av ymsum slagi, og tí verða tað fleiri, sum fara at royna at fáa fatur á henni. Hon er stutt sagt dreymakvinnan hjá mongum, verður sagt.

Sum leiðari í WHO var Gro Harlem Brundtland á ST-fundinum í Johannesburg, og sambært norskum gjølmiðlum vóru tað fleiri, sum longu har lógu framvið at fáa fatur á henni, tá hon fer úr leiðarastarvinum næsta ár. Men sum skilst hevur hon ikki tikið nakra avgerð enn.

????????????????

Smugla børn

Løgreglan í Italia er farin undir eitt átak ímóti teimum, sum seinastu tíðina hava smuglað børn úr Albania til Italia. Løgreglan ber ótta fyri, at umleið 50 albansk børn eru smuglað vestur um Adriatarhavið.

Í síðstu viku tók løgreglan eitt albanskt par, sum er undir illgruna fyri at hava smuglað 36 børn úr Albania til Italia. Samstundis kom ein albani fyri rættin í Kosovo. Hann er skuldsettur fyri at hava latið pedofilum útlendingum albansk børn.

Italska løgreglan sigur, at kanningar í sambandi við rættarmálið í Kosovo hava avdúkað, at albanin var limur í einum vælskipaðum smuglarabólki.
?????


Flutt gull til Sudan

Amerikanska blaðið Washington Post vil vera við, at al-Qaeda og Taliban hava flutt eina rúgvu av gulli til Sudan. Sambært blaðnum varð gullið fyrst flutt til Pakistan, haðani við skipi til Iran ella Sameindu Arabisku Emiratini og síðani við flogfari til Sudan.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv gull talan er um, men blaðið sigur frá álítandi amerikanskum og øðrum vesturlendskum keldum, at talan er um rættiliga nógv gull, og at tað í hvussu er ikki bar til at flyta tað í einum.

Sudanska stjórnin sigur seg einki vita um tað nógva gullið, sum skal vera komið til landið, og stjórnin leggur afturat, at hon fer heldur ikki at loyva al-Qaeda og Taliban at goyma gull har.



Ja ella nei 7. november

Tann 7. november skal fólkið í Gibraltar siga, um tey taka undir við, at Spania skal fáa ein part av valdinum í økinum. Sum er er økið bretskt burturav.

Bretland og Spania hava leingi tingast um at býta valdið í Gibraltar, men hesum er fólkið ímóti, og tí hava myndugleikarnir í Gibraltar gjørt av at halda sína egnu fólkaatkvøðu um spurningin. Endamálið er at fáa fólkið at siga sína hugsan, áðrenn Bretland og Spania semjast um eina møguliga skipan.

Bretska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki at gera nakað, sum tey 30.000 fólkini í Gibraltar ikki taka undir við, men stjórnin vil ikki viðurkenna fólkaatkvøðuna hjá teimum lokalu myndugleikunum.