Tann 1. oktober tekur Meinhard Gaardlykke við sum formaður í Felagi Tænastumanna Landsins Orsøkin til formansskiftið er, at verandi formaðurin, Maria á Dul, fer úr sínum tænastumannastarvi og harvið felagnum og kann tí ikki halda fram.
Á nevndarfundi tann 5. september varð avgjørt, at Meinhard Gaardlykke, sum er næstformaður, tekur við sum formaður tann 1. oktober. Turid Arge, nevndarlimur, verður næstformaður og skrivari í hansara stað.
Formansval verður á skránni á aðalfundinum, sum verður tann 21. februar í 2008, og valevni til formann kunnu skjótast upp sambært viðtøkum felagsins. Freistin at boða frá valevni, sum skal hava játtað at stilla upp, er 1. februar 2008.