Tænastumedalja handað Tummas Frank Joensen

Tummas Frank Joensen hevur fingið handað tænastumedalju fyri trúgva tænastu, skrivar SSL á síni heimasíðu.

Hetta varð hátíðarhildið heima hjá Tummas Frank í Skúvoy mikudagin 17. mars. Væl eydnaða tiltakið varð hildið saman við familju, vinum og starvsfeløgunum.

Tummas Frank hevur siglt sum dekkari hjá Strandferðsluni við 8 ymsum skipum á ymsum farleiðum, og traðkaði hann í land fyri síðstu ferð av Teistanum í mars í fjør. Tá hann hevði hann í 40 ár siglt við strandfarskipum.

Tummas Frank fekk hesa gávu handaða, har øll 8 skipini hann hevur siglt við, eru avmyndaði:

##med2##