Tænastumannaumbýti gagnligt

Í løtuni arbeiða fimm fólk frá almennu fyrisitingini í Føroyum í fyrisitingini í Danmark og Íslandi

Royndir vísa, at starvsfólk fáa sera nógv burtur úr at starvast í øðrum landi í tænastumannaumbýti. Í ár hava fimm starvsfólk í føroysku fyrisitingini fngið játtað pening til styttri uppihald í einum øðrum norðurlandi, skrivar Nýrit, ið er kunning frá Miðfyrisitingini.

Ikki øll, ið høvdu sókt, fingið játtan. Starvsfólkini, sum hava fingið játtan, fara til Granskingarmálaráðið, Uttanríkismálaráðið, og Veterinær- og Fødevaredirektoratið í Danmark, og Fiskarílaboratoriið í Íslandi.

Føroyar fáa 61.000 krónur um árið til útreiðslur fyri ferð og uppihald í tíðarskeiðnum, fólkini arbeiða í aðrari almennari fyrisiting. Sagt verður í Nýriti, at ynskiligt hevði verið, um fólk søktu í onnur Norðurlond eisini.