Tænastumannafelagið samráðast fyri prestarnar

Tænastumannafelagið hevur nú fingið samráðingarrættin fyri prestarnar Nú er greitt, at tað verður Tænastumannafelagið, sum skal samráðast við fíggjarmálaráðið um sáttmálaviðurskiftini hjá prestunum. Prestafelagið kravdi upprunaliga at hava samráðingarrættin, men tað vildi lønardeildin í fíggjarmálaráðnum ikki.

Meinhard Gaardlykke, sum er formaður í Tænastumannafelagnum, væntar, at tað verður ikki so trupult at fáa eina semju við

lønardeildina. Hann vísir á, at harafturat hevur Prestafelagið víst ein positivan vilja, at fáa sáttmálaviðurskiftini uppá pláss.

Tænastumannafelagið hevur júst havt aðalfund, og bleiv nevndin afturvald. Í henni eru Meinhard Gaardlykke, Hermann í Stórustovu, skrivari, Andrea Nielsen, kassameistari og Turid Arge, limur.